MIKLADALS SÓKNAR FRÁHALDSFELAG
  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband
  • nett

TÍÐINDI

Aðalfundur og veitsla 2011

11/28/2011

 
Leygardagin 26. november 2011 hevði Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali.

Fundurin byrjaði kl. 15. 10 limir vóru møttir. Ymisk mál vóru umrødd. Rokniskapur góðkendur. Markus og Olivur stóðu fyri vali.

Nevndarvalið broytti ikki nevndina:
Markus í Norðnástovu, Mikladalur, formaður,
Osla Andreasen , Mikladalur, næstformaður,
Sigrun Heldarskarð, Klaksvík, skrivari,
Herfríð Sørensen, Mikladalur, ognarrøkil og
Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari.
  
Veitslan byrjaði kl. 19. Borðreitt var við røstum kjøti og súpan. Umleið 80 luttakarar í øllum aldri høvdu leitað sær í Innustovu hetta kvøldið. Jákup Marner Anthoniussen og Heini Ziska Dahl spældu undir borðhaldinum og dúgliga varð sungið. Nøkur filmklipp frá umleið 1990 vóru eisini sýnd fram.Eftir borðhaldið varð skipað fyri vanligari uppboðssølu av ymsum lutum í dansistovuni. Hetta eydnaðist sera væl, tí fólk hugnaðu sær.


Á miðnátt kom fakklagongan í túnið - ein ímynd av, at tað eru tey ungu, sum skulu bera hugsjónina víðari - og um ein fakkil slóknar í vindinum, so er tað skjótt at fáa hann aftur at brenna við hjálp frá øðrum í gonguni.


Síðan flutti Signar á Brúnn - stjóri á skúlanum á  Ziskatrøð í Klaksvík og Mikladali - fram røðu um hansara samband við bygdina, um tjóðskaparligar spurningar og fráhaldsmál. Røðan fór fram inni í dansistovuni, tí tað regnaði uttanfyri.


Áftana byrjaði dansur og spøl í dansistovuni. Jákup Marner og Heini spældu undir. Seinri varð morgunmatarborð við súpan, turrum fiski og spiki. Síðan varð húsið ruddað og gjørt klárt til næsta tiltak, sum skuldi húsa øllum til ein døgurða ísamband við, at Mikladals kikja á miðdegi - við luttøku av bispi og fleiri prestum  - skuldi verða tikin aftur í nýtslu eftir eina umfatandi umvæling og nýgerð. 

Og enn ein hugnalig og væleydnað veitsla uttan rúsdrekka var komin at enda.



Comments are closed.

    RSS Feed

Lóg Felagsins
Søga
Savn
Tíðindi
Samband
Picture

Mikladals sóknar fráhaldsfelag
FO-797 Mikladalur

  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband
  • nett