Avrit av hondskrivaðum lepa
um gravtaluna yvir Absalon á Trøllanesi:
Absalon varð jarðaður á Trøllanesi. Honum fylgdi nógv fólk til gravar. Ein stór mannamúgva.
Prestur L.P.Heilmann helt á grøvini eina vakra magnfulla talu, sum byrjaði nakað soleiðis:
Her legst ein heltur í jørð. Ein heltur, hvørs minni goymt av komandi slektsliðum, sum eftir mæli vil lýsa langt út í tíðirnar.
Hann strevaðist fyri tað, ið rætt var og satt - og enn í ellisdøgum var hann frískur og ungur í sinnalagi.
Absalon var ein merkismaður, ein frískur livandi andi, ein føroyingur, sum tú mátti fáa virðing fyri.
Á gravsteininum á Trøllanesi stendur:
Vinir og frændir settu henda stein til minnis um Absalon Guttormson á Trøllanesi:
f. 5. maj 1830 d. 11.juli 1902
Royn alt tað besta kjósa
Sýna fólki hugsunar leið
Vísa vinum vegin
So útrann títt æviskeið
(Lepin fingin frá Jákup Samuelsen, 1983)