Ársveitslusangir
Niðanfyri kanst tú heinta veitsluhefti hjá Mikladals sóknar fráhaldsfelag sum pdf-fílu
Bygdalív 1
Sum liður í at varðveita farnar tíðir og fólk er hesin filmur samansettur av tilfari, ið er til sum livandi myndir av bygdalívi í Mikladali og á Trøllanesi.
Upptøkurnar eru frá fimtiárunum og úteftir, men eru ikki skipar í ávísa raðfylgju, og kunnu tí í støðum tykjast skiftandi. Havt eigur at vera í huga, at upptøkurnar eru gjørdar av leikfólki og við tí tólbúnaði, ið samtíðin hevur at bjóða. |
Trøllakvæðið
Lag: Lorvíks-Páll
1. Gevið ljóð og lýðið á.
Leggið væl í minni,
meðan eg kvøði um trøllini
á Trøllanesi á sinni.
Verði nú friður til Mikladals
fellur so væl í rím.
Káti leikar á folunum.
tað saðil í sín.
2. Tað var áður í fyrndini,
trøllini tysjaðu saman
fyri at fara til Trøllanes
at halda sær at gaman.
3. Alt tað fólk á Trøllanesi
vildi ei hetta síggja.
Vóru tí til ferðabúgvin
til Mikladals at flýggja.
4. Uttan ein so gomul genta
– Giða nevnd á navni –
hon mátti tí eftir sita,
ið hvat henni varð á gavni.
5. Giða, sum var á Trøllanesi,
mælti so til orða:
Best man verða fyri meg
at seta meg á borðið.
6. Setist hon undir borðið
– ei var lyndið kátt –
at bíða eftir trøllunum,
sum komu á miðju nátt.
7. Tá tey komu á miðju nátt,
braka tók í høll.
Hurðar sprukku av leikinum
og inn komu ljótu trøll.
8. Tá tey komu í høllina inn,
tóku fegin saman
at dansa og at spæla
– bæði við skemt og gaman.
9. Giða, sum sat undir borðinum
við so bangnum hjarta,
royndi væl at krógva seg
í myrkrinum tí svarta.
10. Meðan tey vóru í kátasta lag
– um gólvið mundu renna –
tá kom eitt til ólukku
fótin undir borðið at spenna.
11. Giða, sum føldi hendan fót,
prísaði eydnu fyri seg,
rópti hart í neyðuni:
Jesus náði meg.
12. Tá tey hoyrdu tað dýrdar orð,
var mikil orðadráttur.
Dundraðu so at durum út,
sum tað hevði verið torusláttur.
13. Fólkið, sum flutti til Mikladals,
vaknar sama morgun.
Til at vitja Giðu,
um hon hevði lívið bjargað.
14. Komu tey norð á Vøruna,
var frøði í hvørjum orði.
Nú rýkur í bóndans húsi
og Giðu er lukku borin.
15. Tá tey komu fyri bóndans dyr,
ei var tað so snotið,
har lá alt um hurlum hey,
sum varð niðurbrotið.
16. Heilsaðu tey Giðu
og bóðu góðan dag,
spurdu hana í somu stund,
hvussu hon hevði tað.
17. Giða setist á brýkjuna
og sær í høvur kláar,
taldi so frá leikinum,
sum kvæðið nevnir áður.
18. Nú kann eg ikki kvøða meir,
enn liggur mær í minni.
Kvøðið er um trøllini
á Trøllanesi á sinni.
Verði nú friður til Mikladals
fellur so væl í rím.
Káti leikar á folunum.
tað saðil í sín.
Oyra-Jens yrkti umleið 1929 á Trøllanesi.
Eftir minni hjá Jákup Samuelsen í 1983
1. Gevið ljóð og lýðið á.
Leggið væl í minni,
meðan eg kvøði um trøllini
á Trøllanesi á sinni.
Verði nú friður til Mikladals
fellur so væl í rím.
Káti leikar á folunum.
tað saðil í sín.
2. Tað var áður í fyrndini,
trøllini tysjaðu saman
fyri at fara til Trøllanes
at halda sær at gaman.
3. Alt tað fólk á Trøllanesi
vildi ei hetta síggja.
Vóru tí til ferðabúgvin
til Mikladals at flýggja.
4. Uttan ein so gomul genta
– Giða nevnd á navni –
hon mátti tí eftir sita,
ið hvat henni varð á gavni.
5. Giða, sum var á Trøllanesi,
mælti so til orða:
Best man verða fyri meg
at seta meg á borðið.
6. Setist hon undir borðið
– ei var lyndið kátt –
at bíða eftir trøllunum,
sum komu á miðju nátt.
7. Tá tey komu á miðju nátt,
braka tók í høll.
Hurðar sprukku av leikinum
og inn komu ljótu trøll.
8. Tá tey komu í høllina inn,
tóku fegin saman
at dansa og at spæla
– bæði við skemt og gaman.
9. Giða, sum sat undir borðinum
við so bangnum hjarta,
royndi væl at krógva seg
í myrkrinum tí svarta.
10. Meðan tey vóru í kátasta lag
– um gólvið mundu renna –
tá kom eitt til ólukku
fótin undir borðið at spenna.
11. Giða, sum føldi hendan fót,
prísaði eydnu fyri seg,
rópti hart í neyðuni:
Jesus náði meg.
12. Tá tey hoyrdu tað dýrdar orð,
var mikil orðadráttur.
Dundraðu so at durum út,
sum tað hevði verið torusláttur.
13. Fólkið, sum flutti til Mikladals,
vaknar sama morgun.
Til at vitja Giðu,
um hon hevði lívið bjargað.
14. Komu tey norð á Vøruna,
var frøði í hvørjum orði.
Nú rýkur í bóndans húsi
og Giðu er lukku borin.
15. Tá tey komu fyri bóndans dyr,
ei var tað so snotið,
har lá alt um hurlum hey,
sum varð niðurbrotið.
16. Heilsaðu tey Giðu
og bóðu góðan dag,
spurdu hana í somu stund,
hvussu hon hevði tað.
17. Giða setist á brýkjuna
og sær í høvur kláar,
taldi so frá leikinum,
sum kvæðið nevnir áður.
18. Nú kann eg ikki kvøða meir,
enn liggur mær í minni.
Kvøðið er um trøllini
á Trøllanesi á sinni.
Verði nú friður til Mikladals
fellur so væl í rím.
Káti leikar á folunum.
tað saðil í sín.
Oyra-Jens yrkti umleið 1929 á Trøllanesi.
Eftir minni hjá Jákup Samuelsen í 1983