Lóg fyri Mikladals sóknar fráhaldsfelag
§ 1
Felagsins navn er Mikladals sóknar fráhaldsfelag.
§ 2
Felagsins endamál er av øllum alvi at andøva móti rúsdrekkanjótan og fremja fráhald manna millum.
§ 3
Ein og hvør maður ella kvinna, sum fylt hevur 12 ár, kann gerast limur av felagnum við edrúur at venda sær til ein stjórnarlim, har hann samstundis fær útflýggjaða reglugerð fyri viðtøkur felagsins.
§ 4
Felagsins stjórn hevur 5 limir og verða teir valdir fyri 2 ár í senn.
Allir limir felagsins, ið fylt hava 18 ár, kunnu veljast í stjórnina, sum sjálv skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara, skrivara og ognarrøkjara.
§ 5
Felagið velur á hvørjum ári ein roknskapsgrannskoðara.
§ 6
Skylda stjórnarinnar er at kalla saman til fundar, at skriva felagsins gerðabók, at krevja inn limagjald og føra kassabók, at leggja fram grannskoðaðan roknskap og taka sær av øllum viðurskiftum felagsins fundanna millum.
§ 7
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
Stjórnin hevur skyldu til, einaferð um árið, fyrsta vikuskiftið, sum til ber, eftir allahalgannadag, at hava aðalfund og veitslu í Mikladals sókn, og skal fundarskráin lýsast fyri øllum limunum 14 dagar áðrenn.
Stjórnin skal kalla saman til eykaaðalfund, um minst 10 limir skrivliga ynskja tað, og haldgóð grund er fyri hesum.
Rætt at greiða atkvøðu eiga allir limir felagsins, og kunnu teir, ið ikki koma til aðalfundin, persónliga greiða brævatkvøðu hjá einum stjórnarlimi.
Stjórn og roknskapsgrannskoðari verða vald við duldum vali.
Allar viðtøkur felagsins verða avgjørdar við vanligum meiriluta.
Til lógarbroytan krevst tó, at 2/3 av teimum felagslimum, ið greiða atkvøðu, eru fyri tí.
§ 8
Limagjaldið verður goldið einaferð um árið.
Um limir flyta, skulu teir boða stjórn frá nýggja bústaði sínum.
§ 9
Felagið stendur óheft av religión, politikki og øðrum partastríði, soleiðis at fólk við ymsum áskoðanum kunnu kenna seg væl innanfelags, bert tey eru samd um fráhaldsarbeiðið.
§ 10
Felagslimir mugu ikki njóta rúsdrekka hvørki á ein ella annan hátt, ikki hava rúsdrekka í varðveitslu, ikki bjóða øðrum rúsdrekka og ikki hjálpa øðrum til at fáa sær rúsdrekka. Undantiknir eru sjálvandi limir, sum tæna í handlum, hotellum og øðrum støðum, har rúsdrekka verður selt. Teir mugu hava loyvi at flýggja út rúsdrekka, ikki í egnum navni, men í navni teirra sum teir eru í tænastu hjá.
§ 11
Til rúsdrekka verður roknað tílíkt, sum ein kann drekka seg fullan av.
Tó verður øl við minni enn 2¼ % alkohol innihaldi undantikið.
§12
Veitst tað fyri vist, at ein limur hevur brotið fráhaldslyftið, verður hann útkoyrdur úr felagnum, men kann tó gerast limur aftur við at venda sær til ein av stjórnarlimunum. Hendir hetta seg aðru ferð, kann hann gerast limur aftur á einum stjórnarfundi, og hendir tað seg triðju ferð, má hann venda sær til aðalfundin, sum so avger, hvussu verða skal. Hvørja ferð ein limur er strikaður av limalistanum, skal tað verða gjørt honum kunnugt av stjórnini, annars kann ein limur altíð, tá hann vil sjálvur, fara út úr felaganum við at venda sær til stjórnina.