MIKLADALS SÓKNAR FRÁHALDSFELAG
  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband

TÍÐINDI

Aðalfundur og veitsla 2010

11/28/2010

 
Leygardagin 27. november 2010 hevði Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali.   

Fundurin byrjaði kl. 15. 13 limir vóru møttir. Ymisk mál umrødd. Rokniskapur góðkendur.  Osla, Sigrun og Herfríð stóðu fyri vali.

Nevndarvalið broytti ikki nevndina:
Markus í Norðnástovu, Mikladalur, formaður,
Osla Andreasen , Mikladalur, næstformaður,  
Sigrun Heldarskarð, Klaksvík, skrivari,  
Herfríð Sørensen, Mikladalur, ognarrøkil og 
Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari.

Veitslan byrjaði kl. 19. Sjálvt um veðrið ikki vísti seg frá tí blíðu síðuni - nógvur vindur og kavaælingar - so vóru umleið 80 luttakarar í øllum aldri. Borðreitt varð í miðhæddini og uppi á loft. við feskum kjøti - og væl varð sungið og undirhildið. Eftir borðhaldið varð tombola í skúlanum. Síðan legði Jákup Marner Anthoniussen fram nýggja Mikladalsbók við skrivum eftir Líggjas Eliassen, sála. Bókin varð sera væl móttikin. Á miðnátt varð kyndlagonga við teim ungu, og Óli Olsen, sjómansskúlalærari, flutti fram røðu. Síðan var dansur og spæl fram í dansistovuni, meðan onnur hugnaðu sær í erva. Veitsla endaði um 4 tíðina sunnumorgun við suppu og morgunmati.

Og enn ein hugnalig og væleydnað veitsla uttan rúsdrekka var komin at enda.


Comments are closed.

    RSS Feed

Lóg Felagsins
Søga
Savn
Tíðindi
Samband
Picture

Mikladals sóknar fráhaldsfelag
FO-797 Mikladalur

  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband