Gerabók 2 – 1975-1989
Felagi helt fund í Mikladali 15/11-1975.
Eivind Eliasen bjóðaði øllum at vera vælkomin.
Síðan legði Páll Østerø roknskapin framm og tosaði um at leggja miðstøðuhita í húsini.
Uppskot frá Jákup Samuelsen um at byggja suður úr húsinum varð ikki viðtikið fyribils.
Rosenmeyer Wolles hevði so orðið, har hann eisini tosaði um miðstøðuhitan, keyp av elkomfýri, frystiboks, seingjatoy, telefon, at hava fund og gildi 2 ferðir um árið.
Andras Olsen tosaði eisini um hetta uppskotið og helt eisini tað sama.
Atkvøtt var um uppskotini, og varð viðtikið at gera hetta, samstundis eisini at skifta vindeygu, mála húsið uttan, skifta takrennu og at taka lán stórt 30.000 kr frá Norðoya Sparikassa.
Fleiri løgdu uppskot fram um at hækka limagjaldið. Hetta varð viðtikið at hækka tað til 30 kr.fyri einstøk og 50 kr fyri hjún. Samstundis er viðtikið, at limagjaldið skal krevjast inn gjøgnum post av formanninum.
so fór val framm av stjórn og rokniskapgrannskoðara.
Eivind Eliasen gekk út úr stjórnuni.
Í hansara stað bleiv valdur Símun Petur Hansen og til tiltaksmann bleiv Rosenmeyer Wolles, sum hevði næst atkvøður.
Rokniskapsgrannskoðari bleiv Andras Olsen valdur.
stjórnuni sita nú:
Páll Østerø, Trøllanes, formaður
Dánjal Eliasen, Mikladal
Símin P. Hansen, Mikladal
Rosenmeyer Wolles, Trøllanes, tiltakslimur
29 limir møttu á fundinum.

Aðalfundur í MSF tann 06/11-1976 í Mikladali kl. 18.30
Formaðurin setti fundin og bjóðaði øllum at vera vælkomin og frøddist um, at limir í so nógvum tali vóru komnir til fundin (60).
Formaðurin segði, at av teimum málum, sum fundurin tann 15-11-1975 hevði álagt stjórnuni at fremja, vóru øll framd uttan eitt: útskifting av vindeygum í felagshúsinum.
Síðan varð roknskapurin lagdur fram og góðkendur.
Næsta mál á skránni var uppskot til broytingar í lógini.
Hetta uppskot høvdu limir búsitandi í Havn sent stjórnuni at leggja fyri aðalfundin.
Formaðurin legði málið fram og vildi hava atkvøðugreiðslu, um málið skuldi koma til viðgerðar, og var hetta einmætlt samtykt.
Uppskotið kom nú til umrøðu, og varð atkvøtt um hvørja grein sær.
Grein 3 einmælt samtykt.
Grein 4 fekk eina longri viðgerð, og hesi tóku orðið: Páll, Jonhard, Jákup, Schønning, Rosenmeyer, Olivur, Jens John, Óli og Andras.
Fundurin samtykti, at teir báðir, sum sótu eftir í stjórnuni, skuldu verða sitandi og trýggir veljast í ár og tveir næsta ár fyri teir báðar, sum tá glíða út.
hetta skal skiljast so, at annaðhvørt ár velir fundurin 2 og annaðhvørt 3 limir í stjórn.
Fundurin samtykti eisini, at limir, sum ganga úr stjórn, kunnu bera seg undan afturvali. Einmælt samtykt.
Grein 6 varð samtykt uttan broytingar.
Grein 7 varð smávegis broytt, áðrenn hon varð samtykt.
Tað eitur ikki allahalganna sunnudag ella fyrsta sunnudag aftaná, sum til ber, men fyrsta vikuskifti, sum til ber eftir allahalganna dag, og so varð uppískoytt, at fundurin og veitslan skal vera í Mikladals sókn.
Grein 8 viðtikin.
Val av stjórn eftir nýggju skipanini fór síðan fram, og hesi vórðu valdir:
Jákup Samuelsen, Jens John Østerø og Olivur Thomsen.
Jónsvein Østerø tiltakslimur.
Páll og Simon Peter vórðu sitandi.
Til granskoðara Andras Olsen. Hann var eisini orðstýrari á fundinum.
Fundur lokin.
Formaður Jákup Samuelsen (sign)

Tórshavn, tann 31-10-1977
Yvirlit yvir árið, sum fór:
Stjórnin skipaði seg tann 6 í 11 – 1976 soleiðis:
Jákup Samuelsen, Klaksvík, formaður
Símun Petur Hansen, Mikladalur, næstformaður
Jens John Østerø, Tórshavn, skrivari
Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari
Páll Østerø, Trøllanes, ognarrøktari
Jósvein Østerø, Klaksvík, tiltakslimur
Nakað seinri vóru starvsnevndir valdar.
Tórshavn: Jonhard, Elsa og Eyðbjørg.
Klaksvík: Jónsvein Østerø, Fischer Hansen og Ólavur Johannesen.
Lógin er sett upp í hefti og send út til limirnar. Kartotek er gjørt yvir allar limir felagsins og kemur hetta at lætta nógv um arbeiðið.
Olivur Thomsen hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at savna tættir og sangir innan felagið saman í eina bók, sum eitur “Rímsavn”.
Tað stóra, sum er komið av skafti, er lutaseðlarnir, sum felagið fekk loyvi at selja til frama fyri felagshúsið í Mikladali, gav hetta 76.000 kr. brutto og umleið 48.000 kr.netto
Starvsnevndin og limir í Tórshavn tóku eitt stórt tak fyri at fáa ta stóru veitsluna í Hoydølum í lag saman við Losjuni í Tórshavn. Veitslan var sera væl eydnað. Umleið 500 gestir vóru til veitsluna.
Um páskini var nakað av ungdómi heima í Mikladali og var tá skemt og annað fyriskipað í Innistovu.
Tá summarið var komið í hæddina, fekk felagið gestir úr Sviaríki og eydnaðist hetta sera væl. Vitjað var fyrst á Trøllanesi og so varð gingið heim til Mikladals. Gist varð í Innistovu. Steðgurin var trý døgn, og veðrið var av tí besta. Síðsta kvøldið skipaðu gestirnir fyri “Mittsommerfest” á plenuni, og so varð øll bygdin samlað um bálið. Har var borðreitt við køkum og drekka, og verður hetta kvøldið seint gloymt.
Sølan av lutaseðlum gjørdi tað møguligt at umvæla húsið, mála tey og eisini keypa stólar til salin. Starvsnevndin í Tórshavn gav nýggj borð til salin.
Haldarsvíkar avhaldsfelag hevði føðingardag í vetur, og var okkara felag umboðað. Gávan, sum var handað teimum, var ein staki úr steini. Veitslan var góð.
Felagið á Skála hevði eisini veitslu, og varð felagið hjá okkum eisini umboðað har.

Stjórnarfundur í Klaksvík 22-10-1977
Fundurin varð settur kl. 20.00
Á fundi var Jákup, Páll, Olivur og Jens John.
Fyrst var heiðursbrævið til Óla og Jóhannu viðgjørt og avgreitt.
Reglugerð fyri húsið í Mikladali viðgjørd og viðtikin.
Stjórnin var samd um altíð at hava skaðatrygging til ein persón.
Stjórnin avgjørdi, at fundur og veitsla skal - um viðrar - vera í Mikladali vikuskiftið 6 og 7 november 77.
Báturin, sum var á lutaseðlunum, bleiv ikki avheintaður og verður nú seldur. Ein kaffimaskina var heldur ikki avheintað, men stjórnin meinti, at felagið sjálvt skuldi hava hana. Tosað varð eisini um leigu og brúk av húsinum.

Aðalfundur leygardagin 3/12-1977
Jákup Samuelsen setti fundi kl.16.00 og beyð øllum at vera vælkomin. Hann heitti á fólk, um ikki at roykja á fundinum – og á veitsluni, sum verða skuldi seinni um kvøldið, og hesum tók fundarfólkið væl undir við. Hann gleddist m.a. um, at húsini vóru vorðin so prýðilig innan.
Jens John, skrivari, tók síðan orðið og greiddi frá árinum, sum farið var. Hann nevndi, hvør var í teim ymsu nevndunum, at limasavn var skipað, rímsavn útkomið og lutaseðlar seldir fyri 76.000 kr.
Á tí veitsluliga økinum greiddi hann frá veitsluni í Hoydølum í februar – og frá kvøldsetuni, sum var her á páskum - og at vit í summar høvdu gestir úr Svøríki.
Olivur greiddi síðan frá roknskapinum.
J.Samuelsen tók orðið aftur og handaði Jóhonnu og Óla í Útistovu heiðurslimabræv. Hetta varð stórliga fagnað av fundarfólkinum.
Óli takkað og frøddist um, at tey ungu høvdu tikið so væl undir við fráhaldsarbeiðinum.
J.Samuelsen segði okkum síðan frá teim nýggju merkjunum og mælti til, at reglugerð varð gjørd fyri húsini.
At enda varð val av 2 nevndarlimum og roknskapargranskara, og inn komu sum nevndarlimir Jógvan Joensen við 15 atkvøðum. Eivind Eliassen og Heini Glerfoss fingu hvør sínar 10.
Við lutakasti varð Eivind valdur, og Heini gjørdist tiltakslimur.
Til roknskapargranskoðara varð Andras Olsen valdur við 36 atkvøðum.
Fundurin lokin.
Á fundi vóru 38 vaksin umframt børn.

Stórnin kom at síggja soleiðis út:
Jákup Samuelsen, Klaksvík, formaður
Jógvan Joensen, Trøllanes, næstformaður
Jens John Østerø, Tórshavn, skrivari
Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari
Eivind Eliassen, Mikladalur, ognarrøkjari
Heini Glerfoss, Mikladalur, tiltakslimur
Jens John Østerø (sign)
skrivari
Jákup Samuelsen (sign)
formaður

Aðalfundur Mikladals sóknar fráhaldsfelag 4.nov 1978
Fundurin var settur kl. 16.00 í Innistovu.
Formaðurin Jákup Samuelsen setti fundi og bað fundarfólkið um at syngja ein sang sum innleiðing.
Síðan las hann lógina.
So varð orðið givið til skrivaran Jens John Østerø, sum las frágreiðingina frá seinasta fundi.
Aftaná fekk kassameistarin Olivur Thomsen orðið og greiddi frá fíggjarstøðu felagsins.
So fór fram val av trimum nýggjum nevndarlimum, og vóru hesi vald: Eyðun Eliassen 25 atkvøður, Osla Østerø 24 atkvøður og Heini Glerfoss 11 atkvøður.
Andras Olsen fekk 36 atkvøður til rokniskapargranskoðara.
51 limir greiddu atkvøðu.
Á fundinum varð samtykt gjørd um at hækka lánið í Norðoya Sparikassa, sum í løtuni er 25.000 kr til 35.500 kr. Lánið skal nýtast til at fullføra arbeiðið uppá húsini, sum er ígongd í løtuni.
Kl. 21.00 var stuttur stjórnarfundur, har nevndin skipaði seg við
Oslu Østerø, Mikladal sum formanni
Heina Glerfoss, Mikladal sum næstformanni
Jógvan Joensen, Trøllanes sum kassameistara
Eyðun Eliassen, Mikladal sum skrivara
Eivind Eliassen , Mikladal sum ognarrøkjara
Eykalimur gjørdist Óli Olsen og Gerstrud Joensen við 10 atkvøðum í part.
Eyðun Eliassen (sign)

Aðalfundur Mikladals sóknar fráhaldsfelag 1979
– hildin 12.januar 1980
Vegna veður og aðrar umstøður góvust ikki møguleikar at hava aðalfund og ársveitslu fyrr enn hendan dag – eftir at hava verðið útsett so at siga hvørt vikuskiftið síðan 10.11.1979
Fundurin varð settur kl. 15.00 í Innistovu í Mikladali, har umleið 70 vóru uppmøtt.
Formaðurin Osla Østerø bjóðaði øllum at verða vælkomin og las so sambært gamlan góðan sið felagslógina upp fyri fundarluttakarunum.
Greiddi síðan frá ymiskum og kom m.a. inn á hækkaðar kostnaðir við húsarakstrinum av Innistovu við serligum denti á oljuna.
Helt tað verða neyðugt at hækka limagjaldið. Kom eisini inn á felagsgongdina í Klaksvík, har eini 130 limir felagsins búgva.
Nevndi, at tað var ynskiligt at fingið eitt høli har at virka í, so at felagið gjørdist meira aktivt.
Síðan greiddi Jógvan Joensen, kassameistari, frá fíggjargongdini seinasta árið.
Tók undir við formanninum um, at tað varð neyðugt at hækka limagjaldið.
Jákup Samuelsen, Schønning Eysturoy og Herluf Olsen saman við Josvein Østerø høvdu eisini orðið um evnið við limagjaldinum og felagsgongdini í Klaksvík. Undir hesum kjaki komu ynskir fram at selja Innistovu fyri at byggja eitt nýtt felagshús aðrastaðni í Mikladali – grunda á, at Innistova ikki er so væl egnað til endamálið. Næstformaðurin Heini Glerfoss tók eisini lut í hesum kjaki – og var serliga heitur fyri hesi sak.
Eftir hetta las skrivarin Eyðun Eliassen úr fundarbókini fyri seinasta ár og segði eitt sindur um tað, sum annars varð farið fram í seinasta ári: Samankomur felagsins í Uppistovu í Tórshavn , útferð til Haldórsvíkar (ungdómar úr felagnum), eyðnuhjól í Mikladali osf..
Í ár ella hesuferð áttu tveir limir at ganga út úr stjórn – Jógvan Joensen, Trøllanes og Eivind Eliassen, Mikladalur – samstundis sum val av grannskoðara eisini skuldi verða.
Valúrslitið gjørdist, at Jógvan Joensen varð innafturvaldur við nógvum atkvøðum, meðan lutakast mátti fara fram um hinn mannin. Úrslitið gjørdist, at Olivur Thomsen kom inn og Eivind Eliassen gjørdis varalimur í stjórnini.
Andras Olsen, bóndi, bleiv afturvaldur til granskoðara.
Eisini bleiv limagjaldið hækkað. Tað fór upp við 10 kr.fyri hvønn – tvs. at einstøk gjalda nú 40 kr. og hjún 70 kr.
Heini Glerfoss, næstformaður, endaði fundin - eftir at ein sangur varð sungin – við at takka fyri góða uppmøting og góðan fundarsið; samstundis sum hann boðaði frá, nær veitslan byrjaði seinni.
Beint eftir var ein stuttur stjórnarfundur hildin, har nevndin skipaði seg.
Úrslitið gjørdist hetta:
Osla Østerø, Mikladalur, formaður
Heini Glefoss, Mikladalur, næstformaður
Jógvan Joensen, kassameistari
Eyðun Eliassen, ognarrøkjari
Olivur Thomsen, skrivari
Eivind Eliassen, tiltakslimur
Olivur Thomsen (sign)

Aðalfundur Mikladals sóknar fráhaldsfelag 1980
– hildin í skúlanum í Mikladali 21.februar 1981
Vegna veður og aðrar umstøður góvust ikki møguleikar at hava aðalfund og ársveitslu fyrr enn hendan dag.
Fundurin byrjaði við, at avrit av limalistum vóru býttir út til fundarluttakarnar. Hetta vóru edv-listar, sum felagið byrjaði at nýta móti sumri í 1980.
Sjálvur fundurin bleiv settur kl. gott 14.30 við at formaðurin Osla Østerø bjóðaði øllum at verða vælkomin. Um hálvthundrað limir vóru uppmøttir.
Eftir gomlum siði innan felagið las hon síðan felagslógina upp og greiddi síðan frá nøkrum viðtøkum, sum stjórnin á fundi beint frammanundan hevði viðtikið at leggja fram á fundin til ummælis.
Viðtøkurnar snúðu seg um útleigan av Innistovu til brúðleyp og veitslur, ervi og fundir. Hvussu nógv skuldi takast afturfyri. Somuleiðis vóru eisini viðtøkur um, hvat ein limur, ið leigar Innistovu at búgva í, skal gjalda.
Eisini bleiv lagt fram at geva stjórnuni vald ella myndugleika til at senda teimum limum bræv, sum eftir 2 til 3 ár ikki hava goldið limagjald og ikki hava latið við seg koma á annan hátt. Í hesum brøvum skulu tey verða biðin um at gera vart við seg, um tey framvegis ynskja at vera limir.
Jógvan Joensen, kassameistari, fekk síðan orðið. Byrjaði við at býta út avrit av rokniskapinum fyri 1979/80. Gjøgnumgekk roknskapin post fyri post og gjørdi viðmerkingar.
Eftir hetta reisti Olivur seg upp og las úr fundarbókini referatið frá seinasta aðalfundi.
So skuldi val verða av trimujm nýggjum stjórnarlimum. Hesuferð gingu formaðurin Osla Østerø, næstformaðurin Heini Glerfoss og ognarrøkjarin Eyðun Eliassen út. Ásla og Heini bóðu seg undan afturvali.
Valúrslitið gjørdist, at Eyðun Eliassen varð afturvaldur við 19 atkvøðum, Markus Hansen fekk 18, meðan tann triðji stjórnarlimurin fekst við einum lutakasti millum Ragnu Glerfoss og Óla Olsen. Luturin fall á Ragnu. Sostatt gjørdist Óli tiltakslimur.
Granskoðari gjørdist Andras Olsen.
Nú varð orðið givið frítt, og kom tosið mest at verða um prístakstirnar fyri útleigan av Innistovu. Schønning Eysturoy, Jens John Østerø, Eyðun Eliassen, Óli Olsen, Jákup Samuelsen, Olivur Thomsen o.a. høvdu orðið. Eftir at tosað hevði verið aftur og fram, varð breið semja um at hækka takstin í einkultum útleigingarførum.
Eisini bleiv tað avgjørt at hækka limagjaldið við 10 kr – tvs. 50 kr fyri einstaklingar og 90 kr. fyri hjún.
Jákup Samuelsen kom eisini inná húsaspurningin í Mikladali og Klaksvík. Í Mikladali so at skilja, at tað kom at gerast ov lítið.
Avgjørt bleiv, at stjórnin skuldi kanna møguleikarnar at útvíðka Innistovu ella byggja eina nýggja Innistovu aðrastaðni í bygdini.
Fundurin endaði um fimmtíðina við at sungið bleiv fyrsta ørindi av tjóðsanginum.
Veitslan byrjaði um sekstíðina. Nógv varð sungið og talað. Eisini var tøgn eina løtu fyri at minnast Óla Olsen, sum var heiðurslimur í felagnum, og sum doyði seinastu jól.
Um miðnáttina hevði nýggja stjórnin fyrsta fund sín, har fyrst setanin bleiv avgreidd.
Úrslitið gjørdist:
Ragna Glerfoss, Mikladal, formaður
Markus Hansen, Mikladal, næstformaður
Jógvan Joensen, Trøllanes, kassameistari
Eyðun Eliassen, Mikladal, ognarrøkjari
Olivur Thomsen, Klaksvík, skrivari
Óli Olsen, Klaksvík, tiltakslimur
Somuleiðis bleiv endalig støða tikin til útleigingarprísin av Innistovu:
Brúðleyp/veitsla: 300 kr/dag
Ervi: 100 kr/dag
Aðrir fundir: 100/dag
(Limir) húski pr.dag at búgva minst 60 kr/dag
Eisini bleiv viðtikið at bestilla nakrar skjøldrar og vimplar líkt tí, sum Schønning Eysturoy við húski lat felagnum undan veitsluni.
Ymisk onnur evni vóru nevnd og viðgjørd. Eitt nú takið á Innistovu, sum skal kannast.
Fundurin endaði eftir at hava vart í ein lítlan tíma.
Olivur Thomsen (sign)
Skrivari

Aðalfundur Mikladals sóknar fráhaldsfelag 1981
– hildin í skúlanum í Mikladali 14.11.1981
Fundurin varð settur kl. 14.30. Um hálvthundrað limir vóru møttir.
Formaðurin Ragna Glerfoss ynskti øllum at verða vælkomin og gav síðan Óla Olsen, tiltakslimi, orðið. Sambært gamlan sið las hann upp felagslógina.
Síðan las hann úr fundarbókini referatið frá seinasta aðalfundi. Hetta plagar skrivarin at gera, men hesin fekk ikki møtt upp til sjálvan fundin og hevði tí fingið Óla at umboða seg.
Eftir hetta greiddi kassameistarin, Jógvan Joensen, frá roknskapi felagsins, sum vísti eitt lítið hall.
Óli Olsen tók nú orðið aftur. Greiddi frá húsamálinum, sum varð álagt stjórnuni at kanna. Málið snýr seg um at byggja eina størri og meira tíðarhóskandi Innistovu uttanfyri ella aðrastaðni í Mikladali. Hann segði, at arbeitt hevði verið við málinum og vildi ein tílík bygging koma at kosta eina góða millión.
Síðan nevndi Óli, at stjórnin hevði verðið saman áðrenn fundin og hevði tá avgjørt at hækka leiguna av Innistovu:
25 kr.pr.høvd.pr.dag – tó minst 100 kr. tils.pr.dag
100 kr.pr.familju.pr.dag + 25 kr.pr.búgvandi.gest.pr.dag
Henda hækking í leiguni er grundað á meirútreiðslur í el og olju.
Síðan varð orðið givið frítt.
Ymsir nýttu hetta høvið. Jákup Samuelsen dámdi lítið at nýta skúlan til ársaðalfund, tá felagið átti egin hús. Síðan kom hann inn á húsaspurningin. Helt tað at byggja nýtt bleiv ov dýrt. Mælti til at kanna útbygging av núverðandi Innistovu. Mælti annars til at evangelisk møtir skuldi fáa Innistovu til láns ókeypis.
Heini Glerfoss hevði vegna seinastu stjórn viðmerkingar til Jákup Samuelsen’sa misnøgd um fundarlokalið. Greiddi frá, at ein aðalfundur í Innistovu bert vildi seinka borðhaldið undir veitsluni.
Jens John Østerø helt, at best varð at byggja nýtt, men um hetta ikki læt seg gera fíggjarliga, so mátti núverðandi Innistova útbyggjast.
Andras Olsen tók fult undir við avgerðini hjá stjórnuni um at hækka leiguna av Innistovu – og at ásetta leigan var hóskilig.
Síðan fór val fram. Hesuferð gingu tveir út. Jógvan Joensen og Olivur Thomsen. Úrslitið gjørdist, at báðir vóru afturvaldir – samstundis sum Óli Olsen hesuferð bleiv afturvaldur sum tiltakslimur.
Eftir valið takkaði Óli Olsen sum orðstýrari fundarluttakarunum fyri góðan fundarsið. Síðan varð fyrsti ørindi av tjóðsanginumu sungið, og so endaði funduirin. Klokkan var nú um fýra.
Veitslan byrjaði kl. 17.30, og vóru umleið 130 luttakarar.
Stjórnin sær eftir valið framvegis so út:
Ragna Glerfoss, Mikladalur, formaður
Markus Hansen, Mikladalur, næstformaður
Jógvan Joensen, Trøllanes, kassameistari
Eyðun Eliassen, Mikladalur, ognarrøkjari
Olivur Thomsen, Klaksvík, skrivari
Óli Olsen, Klaksvík, tiltakslimur
Tað kann til seinast verða nevnt, at teir vimplarnir, sum stjórnin bílegði á seinasta aðalfundi vóru lidnir til veitsluna hesaferð – og teir vóru seldir undir veitsluni.

Aðalfundur Mikladals sóknar fráhaldsfelag 1982
– hildin í skúlanum í Mikladali 13.11 1982
Fundurin varð settur kl. 15.00.Um hálvthundrað limir vóru møttir.
Formaðurin Ragna Glerfoss bjóðaði øllum at verða vælkomin. Síðan gav hon Óla Olsen orðið, sum las upp felagslógina.
Síðan læs skrivarin – Olivur Thomsen – upp referatið úr fundarbók fyri aðalfundin seinasta ár.
Eftir hetta greiddi kassameistarin - Jógvan Joensen – frá roknskapinum. Hesin vísti hall.
Síðan varð orðið givið frítt. Óli Olsen varð valdur til orðførara.
At byrja við tók Olivur orðið. Hann las upp eina talu vegna Jákup Samuelsen, sum ikki fekk møtt upp. Hann heitti í síni talu á stjórnina, um at fáa meira at henda í húsamálinum.
Annars nýtti Olivur her høvið til at greiða frá, hvat skuldi henda næsta ár. Ætlanin er at hava eitt eyðnuhjól á hvítusunnu í Mikladali, 100 ára stevnu á jóansøku í Mikladali við ymiskum tiltøkum og møguliga fáa eitt lítið minnisrit út um felagið.
Eftir hetta tók Jens John orðið og segði sínar hugsanir um húsamálið. Somuleiðis Óli Olsen, Fischer Hansen, Jógvan Joensen og Andrass Olsen.
Samtykt varð gjørd um, at stjórnin skuldi kanna útbyggingarmøguleikar suðurúr og niðanúr Innistovu – og somuleiðis skuldi stjórnin kanna, hvørjir møguleikar eru við fígging – og møguligar studningar.
Eisini skuldi ein møgulig isolering av dansistovuni kannast. Her varð tó hugsa um ljóðisolering.
Eisini bleiv samtykt, at hereftir skulu allir limir gjalda 50 kr. í limagjaldi. Í hesi samtykt er broytingin tann, at einstakir limir framvegis gjalda 50 kr, meðan vóru báðir hjúnarfelagirnir limir, skuldu teir gjalda 45 kr. í part.
Síðani fór val fram. Hesaferð gingu trýggir limir út: Ragna Glerfoss, Markus Hansen og Óli Olsen/Eyðun Eliassen. (Óli hevði sitið í stjórn fyri Eyðun í seinastuni, tá hesin var í lestrarørindum í DK).
Úrslitið gjørdist, at Markus Hansen bleiv afturvaldur og hinir báðir gjørdist Jákup Samuelsen og Jens John Østerø. Fischer Hansen gjørdist tiltakslimur.
Eftir hetta takkaði Óli Olsen fyri góðan fundarsið – og fundurin var lokin. Klokkan var nú farin av fimm.
Veitslan byrjaði kl. 18.00, og vóru umleið 100 luttakarar.
Stjórnin sær soleiðis út eftir valið:
Jákup Samuelsen, Klaksvík, formaður
Markus S. Hansen, Mikladalur, næstformaður
Jógvan Joensen, Trøllanes, kassameistari
Jens John Østerø, Tórshavn, ognarrøkjari
Olivur Thomsen, Klaksvík, skrivari
Fischer Hansen, Klaksvík, tiltakslimur

Aðalfundur Mikladals sóknar fráhaldsfelag 1983
– hildin í Innistovu í Mikladali 13.11.1983
Fundurin varð settur kl. 16.30.Um fjøruti limir vóru uppmøttir.
Formaðurin Jákup Samuelsen bjóðaði øllum at verða vælkomin. Hann nýtti samstundis høvi til at fortelja um gamlar dagar ísamband við, at felagið í ár fyllir 100 ár.
Síðan greiddi hann eitt sindur frá útbyggingini av “Innistovu”, sum nú skjótt varð liðug.
Eftir hetta las hann upp felagslógina.
Síðan las skrivarin Olivur Thomsen upp referatið úr fundarbók fyri aðalfundin seinasta ár.
Eftir hetta greiddi kassameistarin Jógvan Joensen frá roknskapinum, sum vísti eitt lítið hall.
Síðan greiddi Olivur Thomsen frá tí fíggjarliga síðuni av útbyggingini. Umtalaði fyrst eyðnuhjólið í Mikladali 25/5-83, 100 ára minningarhaldið í Mikladali 25/6-83, fíggjarligan stuðul frá stovnum og einstaklingum osf..
Greiddi síðan frá útreiðslusíðuni, sum helt seg innanfyri ætlanina.
Legði síðan upp til at tosa um fígging. Fleiri gjørdu sínar viðmerkingar.
Aðalfundurin gjørdi einmælt hesa samtykt:
a) Heimild verður givin stjórn at taka byggilán frá Norðoya Sparikassa uppá 300.000 kr við veð í matr. 94 í Mikladali uppá 400.000 kr ísamband við nýbyggning á umtalaða matrikli.
b) Tá arbeiðið er liðugt, verður givin stjórn heimild til at upptaka nýtt lán upp til 300.000 kr – til partvísa afturrindan av byggiláni – við 1.veðhaldsrætti í matr.94 í Mikladali uppá upphæddina +20%.
Síðan varð Líggjas Eliassen valdur til orðstýrara, og orðið givið frítt. Nógv høvdu orðið, og evnið snúði seg mest um húsið, úleigan av húsinum og setan av “pedelli”.
Fundurin samtykti at geva stjórn myndugleika at gera reglar til útleigan, útleigingarprísir og setan av “pedelli” við møguligari samsýning.
Síðan varð val av nevndarlimum. Olivur Thomsen og Jógvan Joensen vóru aftirvaldir í stjórn, og Andrass Olsen varð afturvaldur til granskoðara.
Jógvan Østerø gjørdist stjórnartiltakslimur.
Síðan legði Jákup Samuelsen uppskot fram um at halda 100 ára veitsluna sunnudag – sum í gamlar dagar.
Fundurin samtykti við stórum meiriluta, at tað skal verða leygardag.
Undir fundinum vóru tvær gávir handaðar felagnum ísamband við 100 ára dagin. Frá Jákupi og Óluvu Samuelsen fekk felagið eina veggjaklokku við áskrivt, og frá deildini í Tórshavn fekk felagið 100 tallerkar til “Innistovu”.
Klokkan var farin av 18.00, tá formaðurin takkaði fyri góðan fundarsið og endaði fundin.
Beint eftir fundin skipaði stjórnin seg.
Úrslitið broytti ikki uppá støðuna:
Jákup Samuelsen, Klaksvík, formaður
Markus S. Hansen, Mikladalur, næstformaður
Jógvan Joensen, Trøllanes, kassameistari
Jens John Østerø, Tórshavn, ognarrøkjari
Olivur Thomsen, Klaksvík, skrivari
Josvein Østerø, Klaksvík, tiltakslimur

Aðalfundur Mikladals sóknar fráhaldsfelag‘s 1984
– hildin í Innistovu í Mikladali 10.11 1984
Fundurin varð settur kl. 17.30.Um fjøruti limir vóru uppmøttir.
Formaðurin Jákup Samuelsen bjóðaði øllum at verða vælkomin. Hann nýtti samstundis høvi til at takka øllum fyri góða undirtøku av húsabyggingini, sum gjørdist dýrari enn væntað. Tosaði annars um ymiskt ísamband við húsið.
Eftir hetta las skrivarin Olivur Thomsen upp felagslógina og referatið úr fundarbók fyri aðalfundin seinasta ár.
Eftir hetta greiddi kassameistarin Jógvan Joensen frá tí “dagliga” roknskapinum, sum vísti eitt lítið yvirskot.
Síðan greiddi Olivur Thomsen frá “byggiroknskapinum” og frá lutaseðlasøluni.
Aðalfundurin gjørdi hesa samtykt einmælt. At geva stjórn heimild til at taka lán stórt kr. 365.000 við 1.veðhaldsrætti í matr.94 í Mikladali uppá kr. 465.000
Eftir hetta varð Olivur valdur til orðstýrara, og orðið varð givið frítt.
Fleiri høvdu orðið. Evnið snúði seg um húsið og stjórnarvalið. Jákup Samuelsen greiddi frá Norraferð.
Fundurin samtykti einmælt at hækka limagjaldið upp í 70 kr.pr.lim og at geva stjórnuni heimild til einaferð um árið at senda út áheitan til limirnar um frívilliga gávu til felagið.
Síðan fór val fram av stjórn. Tríggir stóðu fyri vali. Jákup Samuelsen, Markus Hansen og Jens John Østerø. Markus bað seg undan afturvali.
Úrslitið gjørdist, at Jákup Samuelsen varð afturvaldur saman við Oslu Østerø og Josvein Østerø.
Jens John Østerø gjørdist tilstakslimur.
Andras Olsen gjørdist granskoðari.
Klokkan var farin av 19.00, tá formaðurin takkaði fyri góðan fundarsið og endaði fundin.
Undir veitsluni seinri um kvøldið skipaði stjórnin seg:
Jákup Samuelsen, Klaksvík, formaður
Josvein Østerø, Klaksvík, næstformaður
Jógvan Joensen, Trøllanes, kassameistari
Olivur Thomsen, Klaksvík, skrivari
Osla Østerø, Mikladalur, ognarrøkjari
Jens John Østerø, Tórshavn, tiltakslimur

Aðalfundur Mikladals sóknar fráhaldsfelag‘s 1985
– hildin í Innistovu í Mikladali 02.11 1985
Fundurin varð settur kl. 17.00 í dansistovuni í Innistovu.Um 50 limir vóru møttir.
Formaðurin Jákup Samuelsen bjóðaði øllum at vera vælkomin og vónaði, at vit fóru at fáa ein góðan fund.
Eftir hetta læs skrivarin Olivur Thomsen upp felagslógina og referatið úr fundarbók fyri aðalfundin seinasta ár.
Eftir hetta greiddi kassameistarin Jógvan Joensen frá roknskapinum, sum vísti eitt lítið yvirskot.
Eftir hetta varð Olivur Thomsen valdur til orðstýrara, og orðið varð givið frítt.
Olivur tók fyrst orðið sjálvur, har hann las upp eitt bræv frá U.T.F. (Ungtemplarasamband Føroya), har teir bóðu MSF verða við til at seta eitt umboð fyri felagið í landsstjórn UTFs og at gjalda 10 kr. í limagjald fyri allar limir upp til 32 ár.
Hetta varð samtykt. Jóna Vang og Fischer Hansen høvdu eisini viðmerkingar til hetta mál.
Jákup Samuelsen las síðan bræv upp frá Katrinu á Trøllanesi, har hon legði upp til, at MSF gjørdi ein fond til at taka sær av minnissteininum um Absalon á Trøllanesi.
Annars fall tosið inn á MSF-bringumerkini og MSF-flaggið.
Síðan fór val fram av stjórn.
Olivur Thomsen og Jógvan Joensen stóðu fyri vali. Báðir vóru aftirvaldir.
Rosenmeyer Wolles gjørdist tiltakslimur, meðan Andras Olsen gjørdist granskoðari.
Klokkan var farin av 18.30, tá formaðurin takkaði fyri ein góðan fund.
Undir veitsluni seinri um kvøldið skipaði stjórnin seg:
Jákup Samuelsen, Klaksvík, formaður
Josvein Østerø, Klaksvík, næstformaður
Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari
Jógvan Joensen, Trøllanes, skrivari
Osla Østerø, Mikladalur, ognarrøkjari
Rosenmeyer Wolles, Trøllanes, tiltakslimur
Tó gjørdu Olivur Thomsen og Jógvan Joensen avtalu um, at Olivur skuldi verða skrivari og Jógvan Joensen kassameistari árið 1985 út.

Aðalfundur Mikladals sóknar fráhaldsfelag‘s 1986
Fundurin varð settur kl. 17.30 15. nov. 1986
Umboð fyri fráhaldsfeløgini í Havn og Nólsoy vóru við á fundinum. Øll nevndin var á fundi.
1. Jákup Samuelsen bjóði vælkomið, og síðan varð sangurin “Tað er vert at minnast á” sungin.
2. Síðan læs Olivur Thomsen lógina upp.
3. Jógvan Joensen læs fundarfrágreiðingina fyri seinasta fund upp.
4. Olivur Thomsen greiddi síðan frá rokniskapinum 1986
So varð orðið frítt.
5. Magni Poulsen greiddi frá um arbeiðið i U.T.F.
6. Jákup Samuelsen tosaði um húsið og viðurskiftir ísamband við húsið.
7. Jákup Lindenskov tók eisini orðið sum formaður í felagsnevndini fyri fráhaldsfeløgini, um viðurskiftir innan felagsskapin av fráhaldsfeløgum, nevndi millum annað “Fjallsgarð” í Oyndarfirði, ið feløgini vóru við at stápla upp á beinini í hesum døgum.
8. Jákup Samuelsen tosaði eisini um sama evni og somuleiðis um rúsdrekka og ferðslu.
9. Schønning Eysturoy nevndi eitt sindur um flagg felagsins, mælti til at broyta dúkin frá myrkum liti til hvítan og mælti eisini til lógarbroyting viðvíkjandi nevndarvali.
10. Síðan var val av trimum stjórnarlimum.
11. Hesir stóðu fyri vali:
Jákup Samuelsen -16
Josvein Østerø - 39
Osla Andreassen - 30
og blivu øll afturvald.
12. Sum tiltakslimur bleiv Óli Olsen valdur. - 15
13. Til grannskoðarar bleiv Andras Olsen valdur – 45
14. Umleið 60 fólk vóru á fundi.
15. Jákup Samuelsen takkaði fyri ein góðan fund, og fundurin varð síðan lokin kl. 19.50 og farið varð til døgurðaborðið.
Jógvan Joensen (sign)
Skr.
Seinri um náttina skiåaði nevndin seg soleiðis:
Jákup Samuelsen, formaður
Josvein Østerø, næstformaður
Olivur Thomsen, kassameistari
Jógvan Joensen, skrivari
Osla Andreassen, ognarrøkjari
Óli Olsen, tiltakslimur
Jógvan Joensen (sign)
Skr.
Sama kvøld kl.23.30 var fundur ímillum feløgini til val av limum í felagsnevnd føoysku fráhaldsfelaganna.
Fyri M.S.F luttóku hesir:
Jákup Samuelsen
Josvein Østerø
Olivur Thomsen
Jóhan Poulsen
Fyri Haldórsvíkar Avhaldsfelag:
Kristian Andreassen
Fyri Nólsoyar Avhaldsfelag
Alma Poulsen
Fyri Havnar Avhaldsfelag
Jákup Lindenskov
Viðtikið varð at lata Jákup Limdenskov og Jógvan Páll Simonsen umboða feløgini í FFF (Felagsnevnd føroysku fráhaldsfelaganna) við Jóhan Poulsen sum varalimi. Fundurin lokin kl. 01.30.

Aðalfundur Mikladals sóknar fráhaldsfelag‘s 1987
Fundurin varð settur 14. nov. 1987 í dansistovuni.
Allir stjórnarlimir møttu.
Jákup Samuelsen bjóðaði vælkomið.
Olivur Thomsen las síðan lógina.
Jógvan Joensen læs fundarfrásøgnina frá seinasta fundi.
Olivur Thomsen greiddi frá rokniskapinum.
Síðan varð orðið frítt.
Jósvein Østerø varð valdur til orðstýrara.
Óli Olsen setti spurningar fram viðvíkjandi leiguinntøkum av húsinum.
Jákup Samuelsen kom við uppskoti um at hækka limagjaldið við 30,00 kr til 100,00 kr. og møguliga at hava komandi aðalfund tann 105. á Trøllanesi.
Limagjaldið samtykti fundurin at seta til 100,00 kr.
Olivur Thomsen hevði orðið um ognir felagsins. Jógvan Joensen kom við uppskoti um, at álagt verður stjórnuni um at koma við uppskoti til komandi aðalfund, um felagið skuldi komið so fyri, at ognir felagsins stóðu uttan eigara.
Samtykt varð at tryggja húsini fyri 800.000 kr og innbúgvið fyri 70.000 kr.
Síðan fór fram val av tveimum stjórnarlimum og vóru valdir:
Olivur Thomsen við 30 atkv.
Jógvan Joensen við 18 atkv.
Óli Olsen eykalimur við 6 atkv.
Andras Olsen gransk. Við 33 atkv.
Stjórnin sær nú soleiðis út:
Jákup Samuelsen, formaður
Josvein Østerø, næstformaður
Olivur Thomsen, kassameistari
Osla Andreassen, ognarrøkjari
Jógvan Joensen, skrivari
Óli Olsen, tiltakslimur
Andras Olsen, granskoðari

Aðalfundur hjá Mikladals sóknar fráhaldsfelag 3.des. 1988
Fundurin bleiv settur kl. 17.45 í Innustovu.
Jákup Samuelsen bjóðaði vælkomin til fundin.
Jákup takkaði fyri gávuna, sum var latin av junior luttakarunum, ið vóru á legu í Innistovu. So var lógin upplisin. Josvein læs upp fundarbókina og greiddi frá síðsta fundinum. Síðan var rokniskapurin lagdur framm fyri fundarfólkið. So varð orðið frítt, og Josvein varð orðstýrari. Andras Olsen hevði orðið og takkaði Jákup fyri alla ta tíð, ið hann hevði sitið í stjórn og takkaði fyri alt tað góða, ið hann hevði gjørt. Somuleiðis takkaði Schønning Jákupi fyri tað arbeiði, hann hevði gjørt. Schønning spurdi eisini, hvussu langt tað var komið við spurninginum um at skifta farvuna á felagsmerkinum. Hann hevði fyri einum ári síðani spurt og hevði onki hoyrt aftur. Josvein helt, at tað kundi verið latið limunum at arbeiða við. Ólavur Østerø takkaði eisini fyri tað góða frá felagnum.
2 stjórnarlimir vóru ikki møttir á fundinum. Teir vóru Jógvan Joensen og Olivur Thomsen.
3 stjórnarlimir gingu út. Teir vóru Jákup Samuelsen, sum segði seg frá sum formaður, Josvein Østerø, næstformaður og Osla Andreasen, ognarrøktari.
Síðan var val av stjórn og inn komu í stjórn:
Josvein Østerø við 27 atkvøðum
Óli Olsen við 10 atkvøðum
Sigrun Eliassen við 10 atkvøðum
Andras Olsen sum granskoðari við 27 atkvøðum
Jógvan Joensen og Olivur Thomsen vóru í stjórn áðrenn.
Skrivað fyri Jógvan Joensen
Osla Andreasen (sign)
Fundurin lokin kl. 19.30. 27 fólk á fundi.

MSF hevði fund 1.apríl 1989
hjá Josvein Østerø, í Geilini, Klaksvík.
Øll nevndin møtti og skipaði seg soleiðis:
Josvein Østerø, formaður
Óli Olsen, næstformaður
Olivur Thomsen, kassameistari
Jógvan Joensen, skrivari
Sigrun Eliassen, ognarrøkjari
Samtykt varð at hava eydnuhjól vikuskiftið 19-20 mei ella næstkomandi vikuskifti. Eisini varð tosað um at fáa víst gamlar ljósmyndir úr sóknini á komandi Norðoyastevnu og at fáa neyðug loyvir til hetta.

Aðalfundur Mikladals sóknar fráhaldsfelag's 1989
Fundurin varð settur í dansistovuni kl.17.30 25.nov.1989
Formaðurin Josvein Østerø bjóðaði vælkomin.
Síðan læs Olivur Thomsen lógina upp og Jógvan Joensen fundarfrásøgnirnar.
Olivur Thomsen legði rokniskapin framm og greiddi frá fíggjarviðurskiftum felagsins.
Undir punkt ymiskt spurdi Ása Østerø, um ikki møguleiki var fyri at halda aðalfund eina viku áðrenn veitsluna, t.d. í Havn ella í Klaksvík. Olivur vísti til lógina, sum sigur, at aðalfundurin skal haldast í Mikladals sókn.
Schønning mælti til at koma við uppskoti um møguliga broyting av aðalfundinum til komandi aðalfund. Jákup Samuelsen var ikki fyri, at fundurin varð fluttur, men ynskti annars, at Klaksvíkslimirnir koma meira saman.
Ólavur Østerø greiddi frá U.T.F. felagsskapinum.
Schønning Eysturoy kom inn á fría rúsdrekkasølu og heitti á komandi nevndina um at hava eygu og oyru opin í hesum máli og at tala at, meðan tíð er.
Schønning kom eisini við heilsu frá “Fjallsgarði”.
Síðan fór nevndarval framm.
Olivur og Jógvan, ið stóðu fyri vali, vóru báðir afturvaldir.
Olivur við 33 atkv. Og Jógvan við 8 atkv. Í lutakasti við Árna Jacobsen, ið eisini hevði 8 atkv.
Til grannskoðara varð Andras Olsen afturvaldur við 33 atkv.
Síðan varð farið til døgurðaborð.
Fundurin lokin.
Jógvan Joensen (sign)
Nevndin skipaði seg soleiðis:
Josvein Østerø, formaður
Óli Olsen, næstformaður
Olivur Thomsen, kassameistari
Jógvan Joensen, skrivari
Sigrun Eliassen, ognarrøkjari
Árni Jacobsen, eykamaður