MIKLADALS SÓKNAR FRÁHALDSFELAG
  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband

TÍÐINDI

Aðalfundur og veitsla 2009

11/1/2009

 
Leygardagin 31. oktober 2009 hevði Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali.   

Fundurin byrjaði kl. 15. Eini 20 limir vóru møttir. Rokniskapur góðkendur. Ymisk mál viðgjørd. Millum annað avgjørt at  endurtaka ungdómslegu komandi vár í Innistovu. Markus og Olivur  stóðu fyri vali.

Nevndarvalið broytti ikki nevndina:
Markus í Norðnástovu, Mikladalur, formaður,
Osla Andreasen , Mikladalur, næstformaður,  
Sigrun Heldarskarð, Klaksvík, skrivari,  
Herfríð Sørensen, Mikladalur, ognarrøkil og 
Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari.

Veitslan byrjaði kl. 19 við fleiri enn 100 luttakarum.  Borðreitt varð í miðhæddini og uppi á loft. við feskum kjøti - og væl varð sungið og undirhildið. Eftir borðhaldið varð tombola í skúlanum og spæl í dansistovuni. Á miðnátt varð kyndlagonga við teim ungu og Jógvan Skorheim, býráðslimur, flutti fram røðu á torginum. Síðan helt dansur og spæl fram í dansistovuni, meðan onnur hugnaðu sær í erva. Veitsla endaði um 4 tíðina sunnumorgun við suppu og morgunmati.

Og enn ein hugnalig og væleydnað veitsla uttan rúsdrekka var komin at enda.


Comments are closed.

    RSS Feed

Lóg Felagsins
Søga
Savn
Tíðindi
Samband
Picture

Mikladals sóknar fráhaldsfelag
FO-797 Mikladalur

  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband