Aðalfundur og veitsla felagsins, sum plagar at verða um heystið, er fyri 2019 flutt til leygardagin 25. januar 2020 í Innistovu í Mikladali.
Aðalfundurin verður henda dag settur kl. 15.00 Veitslan byrjar kl. 19 og borðleiðarin hesaferð er Sámal Petur í Grund. Borðreitt verður við krúnhjortakjøti frá Húsakokkinum Magna Garðalíð.. Miðnáttarrøðan í ár verður hildin av Jørundi Hansen. Bátur uttan bildekk siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 3 sunnumorgun. Øll eru vælkomin. Leygardagin 11. november 2017 fer Mikladals sóknar Fráhaldsfelag at halda sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali. Vit gera aftur eina roynd at halda hesi tiltøk í november, eftir at vit hava roynt hetta í heystfrítíðini seinastu tvey árini. Fundurin byrjar kl. 15 og veitslan kl.19. Víst verður til ferðaætlanina hjá Strandferðsluni. Tó siglir bátur uttan bildekk av Syðradali kl. 3 sunnumorgun til Klaksvíkar. Øll eru vælkomin. Fríggjakvøldið 16. juni og leygardagin 17. juni 2017 skipar Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið. Fríggjakvøldið byrjar eydnuhjólið í felagshúsunum "Innistova" kl. 21.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan verður opin í miðhæddini, meðan eydnuhjólið fer fram í dansistovuni í kjallaranum. Av tí at Oyggjastevnan 2017 verður hildin á Syðradali og Húsum leygardagin, hava vit valt ikki at hava nøkur tiltøk,seinrapartin leygardagin, sum vit plaga. Kaffisølan verður tó opin. Eydnuhjólið byrjar aftur kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Eftir eydnuhjólið verða lutaseðlarnir trektir í túninum. Bátur uttan bildekk siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 sunnunáttina. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30. Øll eru vælkomin. Leygardagin 15. oktober 2016 hevði Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali. Nøkur ár herfyri varð avgjørt at gera eina roynd at flyta tiltakið nakrar vikur fram fyri at sleppa undan ov nógvum øðrum tiltøkum sama dag. Hesaferð fall valið aftur á heystfrítíðina. Árligi aðalfundurin varð settur kl. 15 í Innistovu. Formaðurin Maria bjóðaði vælkomin, Síðan varð lógin lisin upp, granskoðaður ársroknskapur gjøgnumgingin og góðkendur. Síðan varð val av 3 nevndarlimum. Maria og Rólvur vóru afturvald, meðan Sunvard Andreasen varð valdur fyri Annbjørg Andreasen, sum ikki ynskti afturval. Í nevndiini sita nú: Maria Isaksen (fyrr Sørensen), Klaksvík, forkvinna, Sunvard Andreasen , Klaksvík, næstformaður, Rólvur í Norðnástovu, Mikladalur, skrivari Símun í Norðnástovu, Mikladalur, ognarrøkil Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari Síðan var ymist á skránni. Nevndin boðaði frá, at øll ungdómsliðini í fótbólti hjá KÍ spældu í búna við boðskapinum "ung og fús - nei til rús", sum MSF hevði útvegað saman við ymsum fyritøkum í Klaksvík. Talan er um íalt 200 spælarabúnar hjá U12 d+g, U14 d+g og U17 g. Eisini varð lagt fram uppskot um at gera eina hurð út frá loftinum í Innistovu út á eina ætlaða altan omana verðandi inngongd - og at skifta gólvið út í dansistovuni og at fáa grótveggirnar framaftur. Samtykt varð at kanna aðra størri loysn, har alt túnið millum Innistovu og skúlan skuldi "undir glas". Eisini vóru onnur smærri mál á skránni. Fundurin varð lokin kl. 16.30 Veitslan byrjaði kl. 19, har borðreitt varð við súpan, feskum kjøti, kaffi og ymsum góðum afturvið. Á miðnátt kom fakklagongan í túnið, tjóðsangurin sungin og hugni við onkrum dansispæli. Síðan varð farið inn í dansistovuna, har Markus í Norðnástovu førdi fram eina áhugaverda røðu um MSF fyrr og nú. Síðan varð dansur og spøl í dansistovuni og seinri morgunmatarborð. Lutur no.2 Neytakjøt er ikki avheintaður. Vinnandi seðilin hevur nr. 47823. Ring 794223 ella maila til [email protected] Fríggjakvøldið 10. juni og leygardagin 11. juni 2016 skipar Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið. Fríggjakvøldið byrjar eydnuhjólið í felagshúsunum "Innistova" kl. 21.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan verður opin í miðhæddini, meðan eydnuhjólið fer fram í dansistovuni í kjallaranum. Leygardagin byrjar kondibingo kl. 13.30 niðan Háls. Kl. 15.00 verður pylsugrill, bóltkast og fiskibrunnur í túninum uttanfyri Innistovu og tombola í skúlanum. Kaffisølan opnar um somu tíð. Eydnuhjólið byrjar aftur kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan verður opin, meðan eyðnuhjólið ferfram. Eftir eydnuhjólið verða lutaseðlarnir trektir í túninum. Bátur uttan bildekk siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 sunnunáttina. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30. Øll eru vælkomin Tað er ikki bara á fótbóltsvøllinum, men eisini á badmintonvøllinum, at boðskapurin "Ung og fús - nei til rús" kann síggjast á spælarablusu. Rani í Bø spælir við hesum boðskapi - og sæst her við medalju millum aðrar dugnaligar leikarar "Nei til rús" umboðar bæði nei til rúsdrekka, rúsevni, rúseitur og rúsgift. Leygardagin 17. oktober 2015 hevði Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali. Næst seinasta ár varð avgjørt at gera eina roynd at flyta tiltakið nakrar vikur fram fyri at sleppa undan ov nógvum øðrum tiltøkum sama dag. Hesaferð varð tiltakið hildið leygardagin í heystfrítíðini sum upprunaliga ætlað - og tað riggaði stak væl. Veðrið vísti seg eisini frá síni bestu síðu. Fundurin byrjaði kl. 15. Einir 13 limir vóru møttir. Formaðurin Markus í Norðnástovu bjóðai øllum vælkomin. Ymisk mál vóru umrødd. Rokniskapur gjøgnumgingin og góðkendur. Markus og Olivur stóðu fyri vali. Markus ynskti ikki afturval. Fyri hann varð Símin í Norðnástovu valdur. Eykalimur gjørdist Jens Jón Andreasen. Nýggja nevndin hevur skipað seg endaliga (3.mars 2016) : Maria Sørensen, Mikladalur, forkvinna, Annbjørg Andreasen , Mikladalur, næstforkvinna, Rólvur í Norðnástovu, Mikladalur, skrivari Símun í Norðnástovu, Mikladalur, ognarrøkil Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari Veitslan byrjaði kl. 19. Borðreitt varð við fiskaforrætti og feskum kjøti. Umleið 80 luttakarar í øllum aldri høvdu leitað sær í Innustovu hetta kvøldið. Sigmar Høgnesen leiddi borðhaldið - væl kryddað við skemtisøgum - meðan Johannes Poulsen spældi undir, og dúgliga varð sungið.. Eftir borðhaldið hjá kokkunum varð skipað fyri eini uppboðssølu í dansistovuni, har fólk stuttleikaðu sær óført. Á miðnátt kom fakklagongan í túnið - ein ímynd av, at tað eru tey ungu, sum skulu bera fráhaldshugsjónina víðari. . Síðan flutti Andrass Joensen, fyrrverðandi bóndi í Gerðum, fram røðu inni í dansistovuni. Sum ungur hevði hann ferðast í Mikladali, tí mamma hansara var úr Norðnástovu. Hann forrtaldi ymist frá hesari tíðini. Umframt annað, so vísti hann eisini á við ymsum dømum, at tað er ein framtíð fyri ferðavinnu í Mikladali og yvirhøvur á Kalsoynni. Áftana byrjaði dansur og spøl í dansistovuni. Seinri varð morgunmatarborð.. Og enn ein hugnalig og væleydnað veitsla uttan rúsdrekka var komin at enda. MSF og Klaksvíkar ítróttarfelag hava økt um samstarv um boðskap á leikarabúnar. Nú nýta gentir U17 hjá KÍ eisini blusu við boðskapinum "Ung og fús - Nej til rús". Gjørdir eru 22 nýggir leikbúnar í samstarvi millum MSF og MP-teknik í Klaksvík. Fyri tveimum árum síðan byrjaðu gentir U14 at spæla í búnum við sama boðskapi. (Sí grein um hetta longri niðri á síðuni.) "Nei til rús" umboðar bæði nei til rúsdrekka, rúsevni, rúseitur og rúsgift. Fríggjakvøldið 12. juni og leygardagin 13. juni 2015 skipar Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið. Fríggjakvøldið byrjar eydnuhjólið í felagshúsunum "Innistova" kl. 21.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan verður opin í miðhæddini, meðan eydnuhjólið fer fram í dansistovuni í kjallaranum. Leygardagin skipar barnavinurin BUBU fyri ymiskum barnatiltøkum frá kl. 13-15. Ætlanin er at reika nakað runt í Mikladali. Hesaferð er kondibingo tikið av skránni saman við bóltkast og fiskibrunni.. Kl. 15.00 verður pylsugrill í túninum uttanfyri Innistovu og tombola í skúlanum. Kaffisølan opnar um somu tíð. Eydnuhjólið byrjar aftur kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan verður opin, meðan eyðnuhjólið ferfram. Eftir eydnuhjólið verða lutaseðlarnir trektir í túninum. Bátur uttan bildekk siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 sunnunáttina. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30. Øll eru vælkomin. Vit hava fingið nakrar myndir og filmar frá degnum. Vit eru áhugaði fyri at fáa fleiri, um tað ber til. Ring ella sent sms til 794223. Eldri myndir og filmar eru eisini vælkomnir. |