Leygardagin 26. november 2011 hevði Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali. Fundurin byrjaði kl. 15. 10 limir vóru møttir. Ymisk mál vóru umrødd. Rokniskapur góðkendur. Markus og Olivur stóðu fyri vali. Nevndarvalið broytti ikki nevndina: Markus í Norðnástovu, Mikladalur, formaður, Osla Andreasen , Mikladalur, næstformaður, Sigrun Heldarskarð, Klaksvík, skrivari, Herfríð Sørensen, Mikladalur, ognarrøkil og Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari. Veitslan byrjaði kl. 19. Borðreitt var við røstum kjøti og súpan. Umleið 80 luttakarar í øllum aldri høvdu leitað sær í Innustovu hetta kvøldið. Jákup Marner Anthoniussen og Heini Ziska Dahl spældu undir borðhaldinum og dúgliga varð sungið. Nøkur filmklipp frá umleið 1990 vóru eisini sýnd fram.Eftir borðhaldið varð skipað fyri vanligari uppboðssølu av ymsum lutum í dansistovuni. Hetta eydnaðist sera væl, tí fólk hugnaðu sær. Á miðnátt kom fakklagongan í túnið - ein ímynd av, at tað eru tey ungu, sum skulu bera hugsjónina víðari - og um ein fakkil slóknar í vindinum, so er tað skjótt at fáa hann aftur at brenna við hjálp frá øðrum í gonguni. Síðan flutti Signar á Brúnn - stjóri á skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík og Mikladali - fram røðu um hansara samband við bygdina, um tjóðskaparligar spurningar og fráhaldsmál. Røðan fór fram inni í dansistovuni, tí tað regnaði uttanfyri. Áftana byrjaði dansur og spøl í dansistovuni. Jákup Marner og Heini spældu undir. Seinri varð morgunmatarborð við súpan, turrum fiski og spiki. Síðan varð húsið ruddað og gjørt klárt til næsta tiltak, sum skuldi húsa øllum til ein døgurða ísamband við, at Mikladals kikja á miðdegi - við luttøku av bispi og fleiri prestum - skuldi verða tikin aftur í nýtslu eftir eina umfatandi umvæling og nýgerð. Og enn ein hugnalig og væleydnað veitsla uttan rúsdrekka var komin at enda. Fríggjakvøldið 17. juni og leygardagin 18. juni 2011 skipaði Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið. Fríggjakvøldið byrjaði eydnuhjólið í felagshúsunum "Innistova" kl. 21.30 og helt áfram til kl. 23.00. Kaffisølan var opin í miðhæddini, meðan eydnuhjólið fór fram í dansistovuni í kjallaranum. Sjáldsama nógv fólk var í bygdini eitt fríggjakvøld at vera, og tí gekk sølan í eydnuhjólinum skjótt og væl, og kaffisølan varð væl vitjað. Leygardagin byrjaði kondibingo kl. 13.30 niðan á Háls, har ymisk barnaspøl vóru á skránni. Stutt eftir kl. 15.00 byrjaði pylsugrill, bóltkast og fiskibrunnur í túninum uttanfyri Innistovu og tombola í skúlanum. Eydnuhjólið byrjaði aftur kl. 19.00 og helt áfram til stutt fyri kl. 23.00. Kaffisølan var opin, meðan eyðnuhjólið fór fram og nakað longur enn tað. Óvanliga fjølment luttøka hesaferð, so alt gekk skjótt og væl. Stutt fyri kl. 23.30 vóru lutaseðlarnir trektir í túninum, og alt tiltakið endaði við einum ørindi av "Nú dagurin at enda er". ”Sam” sigldi av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 sunnunáttina. Bussur fór av Kappanum kl. 00.30 Vit siga takk fyri allar lutir, ið vóru latnir og takka fyri ta óvanliga stóru uppmøtingina hesuferð og tann dygga stuðulin á allar mátar. Samlaða bruttosølan hesaferð var 90 t.kr.. Avlopið fer til felagshúsini Innistovu í Mikladali. Leggjast kann afturat, at umframt tiltøkini í Mikladali, var vikuskiftið merkt av útoyggjastevnu heimi á oyggj og campingtreff við luttøku av nógvum vognum. Leygardagin 27. november 2010 hevði Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali. Fundurin byrjaði kl. 15. 13 limir vóru møttir. Ymisk mál umrødd. Rokniskapur góðkendur. Osla, Sigrun og Herfríð stóðu fyri vali. Nevndarvalið broytti ikki nevndina: Markus í Norðnástovu, Mikladalur, formaður, Osla Andreasen , Mikladalur, næstformaður, Sigrun Heldarskarð, Klaksvík, skrivari, Herfríð Sørensen, Mikladalur, ognarrøkil og Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari. Veitslan byrjaði kl. 19. Sjálvt um veðrið ikki vísti seg frá tí blíðu síðuni - nógvur vindur og kavaælingar - so vóru umleið 80 luttakarar í øllum aldri. Borðreitt varð í miðhæddini og uppi á loft. við feskum kjøti - og væl varð sungið og undirhildið. Eftir borðhaldið varð tombola í skúlanum. Síðan legði Jákup Marner Anthoniussen fram nýggja Mikladalsbók við skrivum eftir Líggjas Eliassen, sála. Bókin varð sera væl móttikin. Á miðnátt varð kyndlagonga við teim ungu, og Óli Olsen, sjómansskúlalærari, flutti fram røðu. Síðan var dansur og spæl fram í dansistovuni, meðan onnur hugnaðu sær í erva. Veitsla endaði um 4 tíðina sunnumorgun við suppu og morgunmati. Og enn ein hugnalig og væleydnað veitsla uttan rúsdrekka var komin at enda. Fríggjakvøldið 18. juni og leygardagin 19. juni 2010 skipar Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið. Skráin verður henda: Fríggjakvøldið byrjar eyðnuhjólið kl. 21.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan er opin í erva, meðan eyðnuhjólið fer fram. Leygardagin byrjar kondibingo kl. 13.30 niðan á Háls, har ymisk barnaspøl eru á skránni. Pylsugrill byrjar kl. 16.00 uttanfyri Innistovu, har vinnarnir í kondibingo fáa sín vinning og hinir luttakarnir okkurt gott. Bóltkast, tombola og fiskibrunnur verða eisini á skránni. Leygarkvøldið byrjar eyðnuhjólið aftur kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00, tá lutaseðlarnir verða trektir. Kaffisølan er opin í erva, meðan eyðnuhjólið fer fram. ”Sam” siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 leygarkvøldið. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30 Øll eru vælkomin. Vit siga takk fyri allar lutir, ið kunnu latast. Vit hava eisini tørv á smáum lutum til bóltkast, tombola og fiskibrunn. Møguleiki er eisini at flyta sín stuðul á konto. Vit takka fyri stuðulin. Leygardagin 31. oktober 2009 hevði Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali. Fundurin byrjaði kl. 15. Eini 20 limir vóru møttir. Rokniskapur góðkendur. Ymisk mál viðgjørd. Millum annað avgjørt at endurtaka ungdómslegu komandi vár í Innistovu. Markus og Olivur stóðu fyri vali. Nevndarvalið broytti ikki nevndina: Markus í Norðnástovu, Mikladalur, formaður, Osla Andreasen , Mikladalur, næstformaður, Sigrun Heldarskarð, Klaksvík, skrivari, Herfríð Sørensen, Mikladalur, ognarrøkil og Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari. Veitslan byrjaði kl. 19 við fleiri enn 100 luttakarum. Borðreitt varð í miðhæddini og uppi á loft. við feskum kjøti - og væl varð sungið og undirhildið. Eftir borðhaldið varð tombola í skúlanum og spæl í dansistovuni. Á miðnátt varð kyndlagonga við teim ungu og Jógvan Skorheim, býráðslimur, flutti fram røðu á torginum. Síðan helt dansur og spæl fram í dansistovuni, meðan onnur hugnaðu sær í erva. Veitsla endaði um 4 tíðina sunnumorgun við suppu og morgunmati. Og enn ein hugnalig og væleydnað veitsla uttan rúsdrekka var komin at enda. Í mai og juni 2009 varð Innistova umvæld uttan. Ymsar ábøtur vóru gjørdar, og til seinast vóru húsini klødd við ljósum plastklædningi. Hanus Højgaard, byggimeistari, stóð fyri arbeiðinum. Fríggjakvøldið 12. juni og leygardagin 13. juni 2009 skipaðï Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið. Skráin var henda: Fríggjakvøldið byrjar eyðnuhjólið kl. 21.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan er opin í erva, meðan eyðnuhjólið fer fram. Leygardagin byrjar kondibingo kl. 13.30 niðan á Háls, har ymisk barnaspøl eru á skránni. Pylsugrill byrjar kl. 16.00 uttanfyri Innistovu, har vinnarnir í kondibingo fáa sín vinning og hinir luttakarnir okkurt gott. Bóltkast, tombola og fiskibrunnur verða eisini á skránni. Leygarkvøldið byrjar eyðnuhjólið aftur kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00, tá lutaseðlarnir verða trektir. Kaffisølan er opin í erva, meðan eyðnuhjólið fer fram. ”Sam” siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 leygarkvøldið. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30 Øll eru vælkomin Saman við kreftum úr Losjuni í Gøtu og UTF skipaðï Mikladals sóknar Fráhaldsfelag fyri ungdómslegu í Innistovu í Mikladali frá fríggjadegi 22.mai til sunnudagin 24.mai. Einir 16 ungdómar í aldrinum 13-17 ár úr Norðuroyggjum og Eysturoy luttóku. Maria Sørensen umboði leiðslubólkin frá MSF, har eisini umboð úr Eysturoy og Haldarsvík luttóku. Ein svensk volontør Sara Lundell leiddi leguna. Legan bar heitið: Ung, aktiv og edrú. Ætlanin er at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Aðalfundur, framsýning og veitsla 2008 Leygardagin 15. Novembur 2008 hevði Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali. Við tað at felagið fylti 125 ár í ár, so varð gjørt eyka burturúr við eini framsýning og upplating av nýggjari heimasíðu. Framsýning og heimasíða Felagið hevði framsýning av ymiskum, ið lýsti ymiskt úr 125 ára søgu felagsins og tíðina áðrenn tað. Framsýningin fór fram í skúlanum í Mikladali og varð opin frá kl. 14 til veitslan endaði sunnumorgunin. Framsýningin varð væl vitjað. Har var nógv søguligt tilfar um MSF og fráhaldsrørsluna í Norðuroyggjum. Og nógvar myndir úr nýggjar tíð, har fólk hugna sær ísamband við ymisk tiltøk hjá felagnum. Ætlanin er komandi árini at fylla heimasíðu felagsins við øllum tí søguliga, ið finst um felagið og at leggja út myndir frá ymiskum tiltøkum felagsins gjøgnum tíðirnar. Eisini skal ein kunna finna tilfar um rúsdrekka og fylgjur tess inni á heimasíðuni. Aðalfundur Aðalfundurin byrjaði í Innístovu kl. 15.00 við vanligari skrá. Upplestur av lógini, referat frá aðalfundi seinasta ár, gjøgnumgongd og góðkenning av ársroknskapi, formansfrágreiðing, val av nevndarlimum og ymist. Aðalfundurin samtykti m.a. at skipa fyri eini ungdómslegu í Mikladali tíðliga í vár fyri at menna um tilgongdina av yngri limum. Felagið telir í dag umleið 170 limir, harav teir flestu búgva i Klaksvík og Havn. Nevndarvalið broytti ikki nevndina: Markus í Norðnástovu, Mikladalur, formaður, Osla Andreasen , Mikladalur, næstformaður, Sigrun Heldarskarð, Klaksvík, skrivari, Herfríð Sørensen, Mikladalur, ognarrøkil og Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari. Veitslan Veitslan byrjaði kl. 19.00 í Innistovu, har borðreitt varð við røstum kjøti og súpan. Borðreitt varð í miðhæddini og uppi á loft. Samlaða talið av luttakarum varð umleið 130 íroknað børn og vaksin. Fleiri røður vóru hildnar, og umboð fyri nøkur onnur fráhaldsfeløg luttóku eisini. Um miðnáttina varð kyndlagongan hjá børnum av Hundrað og heim í bygdina, har Kr. Fríðrik Olsen flutti fram røðu. Midnáttarløtan endaði við einum felagssangi. Síðan var farið í dansistovan í kjallaranum, har skipað var fyri ymiskum dansispølum, føroyskum og enskum dansi. Bæði børn og vaksin vóru við allatíðina. Tað hevur altíð verðið siður í felagnum gjøgnum allar tíðir at hava børnini við í øllum, tí ein dag verða tað tey, sum skulu bera fráhaldskyndilin víðari. Um hálvgum fýratíðina sunnumorgun kom suppa og breyð á borðið, og tíma seinri vóru tey flestu farin. Og enn ein hugnalig og væleydnað veitsla uttan rúsdrekka var komin at enda. |