MIKLADALS SÓKNAR FRÁHALDSFELAG
  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband

TÍÐINDI

Aðalfundur og veitsla 2014

10/26/2014

 
Leygardagin 25. oktober 2014 hevði Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali.
 
Seinasta ár varð avgjørt at gera eina roynd at flyta tiltakið nakrar vikur fram fyri at sleppa undan ov nógvum øðrum tiltøkum sama dag. Ætlanin var at hava tiltakið leygardagin  18.  í heystfrítíðini, men av serligari orsøk varð tiltakið útsett eina viku.
  
Fundurin byrjaði kl. 15. Einir 12 limir vóru møttir. Næstformaðurin Annbjørg Andreasen setti fundin, tí formaðurin Markus í Norðnástovu var burturstaddur til sjálvan fundin. Skrivarin Sigrun Heldarskarð varð eisini burturstødd, so ognarrøkilin Maria Sørensen varð skrivari á fundinum.

Ymisk  mál vóru umrødd. Rokniskapur gjøgnumgingin og góðkendur.

Annbjørg, Maria og Sigrun stóðu fyri vali. Sigrun ynskti ikki afturval.

Fyri hana varð Rolvur í Norðnástovu valdur. Eykalimir gjørdust Jens Jón Andreasen og Sunvard Andreasen.
 
Nýggja nevndin hevur ikki skipað seg endaliga :

Markus í Norðnástovu, Mikladalur, formaður,
Annbjørg Andreasen , Mikladalur, næstformaður,
Maria Sørensen, Klaksvík, skrivari,
Rolvur í Norðnástovu, Mikladalur, ognarrøkil
Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari

Veitslan byrjaði kl. 19. Borðreitt var við feskum kjøti og súpan. Umleið 75 luttakarar í øllum aldri høvdu leitað sær í Innustovu hetta kvøldið. Karl Birgir Isaksen leiddi borðhaldið, meðan Johannes Poulsen spældi undir, og dúgliga varð sungið og fleiri hildu røðu.

Á miðnátt kom fakklagongan í túnið - ein ímynd av, at tað eru tey ungu, sum skulu bera hugsjónina víðari.
 .
Síðan flutti Óli Breckmann  fram røðu inni í dansistovuni - við denti á samfelagsviðurskiftir um ta tíðina, tá felagið varð stovnað í 1883.

Áftana byrjaði dansur og spøl í dansistovuni. Seinri varð morgunmatarborð.. 

Og enn ein hugnalig og væleydnað veitsla uttan rúsdrekka var komin at enda.

Myndir frá veitsluni

Aðalfundur og veitsla 2014 útsett eina viku

10/16/2014

 
Aðalfundurin og ársveitslan hjá felagnum er útsett eina viku frá leygardegi 18. oktober  til leygardagin 25. oktober 2014.

Sí skrá longri niðri á síðuni.

Aðalfundur og veitsla 2014

9/30/2014

 
Leygardagin 18. oktober  2014 hevur Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali.

Aðalfundurin verður settur kl. 15. Formaðurin røðar um árið, ið fór. Kassameistarin leggur fram roknskap. Val av 3 nevndarlimum. Sigrun, Annbjørg og Maria standa fyri vali. Og til seinast verða ymisk mál viðgjørd.

Veitslan byrjar kl. 19. Borðreitt verður við feskum seyðakjøti og súpan. 

Á miðnátt kemur fakklagongan í túnið - ein ímynd av, at tað eru tey ungu, sum skulu bera hugsjónina víðari.

Hesaferð heldur Óli Breckmann røðuna - og løtan í túninum endar við einum felagssangi.

Áftana byrjar dansur og spøl í dansistovuni. Um 3 tíðina verður morgunmatarborðhald, og síðan endar veitslan.

Eykafartur verður av Syðradali til Klaksvíkar kl. 2 sunnumorgun. Báturin førir ikki bilar.

Vit síggjast. Øll eru vælkomin.

Lutaseðlarnir trektir

9/24/2014

 
Tann 23. september 2014 hevur Notarius Publicus drigið hesar vinningar millum bert seldar seðlar :

1.       FERÐASEÐIL ATLANTIC         (virði 2.800 kr)            11873   vunnið
2.       GASSGRILL WEBER                 (virði 2.200 kr)            11526
3.       NESCAFE Espresso maskina     (virði 2.000 kr)            11420   vunnið
4.       TURRUR FISKUR 4 kg           (virði 2.000 kr)            14591   vunnið
5.       LAMBSKROV Í HEYST         (virði 1.500 kr)            18106   vunnið
6.       FLAKAESKJA 3 x 6,81 kg            (virði 1.000 kr)            10427
7.       GÁVUKORT frá VIMU             (virði 1.000 kr)            12911
8.       GÁVUKORT frá EFFO             (virði 1.000 kr)            16356   vunnið
9.       GÁVUKORT frá MAGN         (virði 1.000 kr)     19691   vunnið
10    .  GÁVUKORT frá INN                (virði 1.000 kr)            15169   vunnið

Felagið takkar fyri stuðulin. 


Vinnarar biðjast ringja tlf. 212633 ella senda mail til oth@nema.fo.


Eydnuhjól, lutaseðlar, pylsugrill, tombola, fiskibrunnur, bóltkast og kaffisøla í Mikladali í døgunum 13. og 14. juni 2014

6/7/2014

 
Fríggjakvøldið 13. juni og leygardagin 14. juni 2014 skipar Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið.

Fríggjakvøldið byrjar eydnuhjólið í felagshúsunum "Innistova" kl. 21.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan verður opin í miðhæddini, meðan eydnuhjólið fer fram í dansistovuni í kjallaranum.
 
Leygardagin byrjar kondibingo kl. 13.30 niðan Háls.

Kl. 15.00 verður pylsugrill, bóltkast og fiskibrunnur í túninum uttanfyri Innistovu og tombola í skúlanum. Kaffisølan opnar um somu tíð.
 
Eydnuhjólið byrjar aftur kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00.  Kaffisølan verður opin, meðan eyðnuhjólið ferfram.
 
Eftir eydnuhjólið verða lutaseðlarnir trektir í túninum. 
 
Bátur uttan bildekk siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 sunnunáttina. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30.


Øll eru vælkomin.

Aðalfundur og veitsla 2013

10/26/2013

 
Leygardagin 2. november 2013 hevur Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali.

Aðalfundurin verður settur kl. 15. Formaðurin røðar um árið, ið fór. Kassameistarin leggur fram roknskap. Val av 2 nevndarlimum. Markus og Olivur standa fyri vali. Og til seinast verða ymisk mál viðgjørd.

Veitslan byrjar kl. 19. Borðreitt verður við feskum seyðakjøti og súpan. Eftir borðhaldið fara vit at stuttleika okkum við eini uppboðssølu.

Á miðnátt kemur fakklagongan í túnið - ein ímynd av, at tað eru tey ungu, sum skulu bera hugsjónina víðari.

Síðan heldur Absalon Hansen úr Norðnástovu røðu, og løtan í túninum endar við einum felagssangi.

Áftana byrjar dansur og spøl í dansistovuni. Um 3 tíðina verður morgunmatarborðhald, og síðan endar veitslan.

Eykafartur verður av Syðradali til Klaksvíkar kl. 2 sunnumorgun. Báturin førir ikki bilar.

Vit síggjast. Øll eru vælkomin.

MSF og KÍ í samstarv

8/15/2013

 
MSF og Klaksvíkar ítróttarfelag eru farin í samstarv um boðskap á leikarabúnar
Picture
Gentur U14 hjá KÍ fara at nýta hesa blusu í sínum komandi dystum.  MSF merkið hongur sum ein brosja undir hálsinum, og boðskapurin undir bringuni er "ung og fús - nei til rús" við einum grønum v-merki sum bakgrund.

"Nei til rús" umboðar bæði nei til rúsdrekka, rúsevni, rúseitur og rúsgift.
 
Felagið er annars í ferð við at gera uppskot til sínar limir viðvíkjandi blusum, jogging-jakkum og keppum við búmerki hjá MSF á og einum stuttum boðskapi. Meira um tað seinri

Eydnuhjól, lutaseðlar, pylsugrill, tombola, fiskibrunnur, bóltkast og kaffisøla í Mikladali í døgunum 21. og 22. juni 2013

6/7/2013

 
Fríggjakvøldið 21. juni og leygardagin 22. juni 2013 skipar Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið.

Fríggjakvøldið byrjar eydnuhjólið í felagshúsunum "Innistova" kl. 21.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan verður opin í miðhæddini, meðan eydnuhjólið fer fram í dansistovuni í kjallaranum.
 
Leygardagin byrjar kondibingo kl. 13.30 niðan Háls.

Kl. 15.00 verður pylsugrill, bóltkast og fiskibrunnur í túninum uttanfyri Innistovu og tombola í skúlanum. Kaffisølan opnar um somu tíð.
 
Eydnuhjólið byrjar aftur kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00.  Kaffisølan verður opin, meðan eyðnuhjólið fer fram.
 
Eftir eydnuhjólið verða lutaseðlarnir trektir í túninum. 
 
”Sam” siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 sunnunáttina. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30.

Øll eru vælkomin.

Aðalfundur og veitsla 2012

11/24/2012

 
Leygardagin 1. desember 2012 hevði Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali.

Fundurin byrjaði kl. 15. Einir 10 limir vóru møttir. Næstformaðurin Osla Andreasen setti fundin, tí formaðurin Markus í Norðnástovu var til skips. Skrivarin Sigrun Heldarskarð varð eisini burturstødd, so ognarrøkilin Herfrí Sørensen varð skrivari á fundinum.


Ymisk  mál vóru umrødd. Rokniskapur gjøgnumgingin og góðkendur.


Osla, Herfríð og Sigrun stóðu fyri vali. Osla  og Herfrí ynsktu ikki afturval.
Fyri tær vóru Annbjørg Andreasen og Maria Sørensen valdar.  


Nýggja nevndin hevur skipað seg :


Markus í Norðnástovu, Mikladalur, formaður,
Annbjørg Andreasen , Mikladalur, næstformaður,
Sigrun Heldarskarð, Klaksvík, skrivari,
Maria Sørensen, Mikladalur, ognarrøkil
Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari


Veitslan byrjaði kl. 19. Borðreitt var við røstum kjøti og súpan. Umleið 45 luttakarar í øllum aldri høvdu leitað sær í Innustovu hetta kvøldið. Jákup Marner Anthoniussen og Heini Ziska Dahl spældu undir borðhaldinum og dúgliga varð sungið.


Á miðnátt kom fakklagongan í túnið - ein ímynd av, at tað eru tey ungu, sum skulu bera hugsjónina víðari.
 
Síðan flutti Gunnvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu - fram røðu, og løtan í túninum endaði við einum felagssangi.

Áftana byrjaði dansur og spøl í dansistovuni. Jákup Marner og Heini spældu undir. Seinri varð morgunmatarborð við heitari súpan og breyði. 

Og enn ein hugnalig og væleydnað veitsla uttan rúsdrekka var komin at enda.

Eydnuhjól, lutaseðlar, pylsugrill, tombola, fiskibrunnur, bóltkast og kaffisøla í Mikladali í døgunum 8. og 9. juni 2012

6/11/2012

 
Fríggjakvøldið 8. juni og leygardagin 9. juni 2012 skipaði Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið.

Fríggjakvøldið byrjaði eydnuhjólið í felagshúsunum "Innistova" kl. 21.00 og helt áfram til kl. 23.00. Kaffisølan varð opin í miðhæddini, meðan eydnuhjólið fór fram í dansistovuni í kjallaranum.
 
Leygardagin byrjaði kondibingo kl. 13.30. Hesaferð vóru postarnir ikki lagdir niðan Háls, men niðan á  vegin kring Mikladal vegna vátt veður.

Kl. 15.00 skuldi  verða pylsugrill, bóltkast og fiskibrunnur í túninum uttanfyri Innistovu og tombola í skúlanum. Men vegna vátt veður varð alt tiltakið flutt inn. Kaffisølan opnaði eisini tá.
 
Eydnuhjólið byrjaði aftur kl. 19.00 og helt áfram til kl. 23.00.  Kaffisølan var opin, meðan eyðnuhjólið fór fram.
 
Eftir eydnuhjólið vóru lutaseðlarnir trektir í túninum. 
 
”Sam” sigldi av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 sunnunáttina. Bussur fór av Kappanum kl. 00.30.

Samlaða bruttosølan hesaferð varð 81 t.kr. Avlopið uppá umleið 50 t.kr fór óskerdur til felagshúsini Innistovu.

Innistova hevur seinastu árini hevur staðið fyri umfatandi umvælingum - og er í dag eitt prýði fyri bygdina !!

<<Forrige
Fremad>>

    RSS-feed

Lóg Felagsins
Søga
Savn
Tíðindi
Samband
Picture

Mikladals sóknar fráhaldsfelag
FO-797 Mikladalur

  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband