MIKLADALS SÓKNAR FRÁHALDSFELAG
  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband
  • nett

TÍÐINDI

Eydnuhjól, lutaseðlar, pylsugrill, tombola, fiskibrunnur, bóltkast og kaffisøla í Mikladali í døgunum 17. og 18. juni 2011

6/19/2011

 
Fríggjakvøldið 17. juni og leygardagin 18. juni 2011 skipaði Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið.

Fríggjakvøldið byrjaði eydnuhjólið í felagshúsunum "Innistova" kl. 21.30 og helt áfram til kl. 23.00. Kaffisølan var opin í miðhæddini, meðan eydnuhjólið fór fram í dansistovuni í kjallaranum. Sjáldsama nógv fólk var í bygdini eitt fríggjakvøld at vera, og tí gekk sølan í eydnuhjólinum skjótt og væl, og kaffisølan varð væl vitjað.

Leygardagin byrjaði kondibingo kl. 13.30 niðan á Háls, har ymisk barnaspøl vóru á skránni.

Stutt eftir kl. 15.00 byrjaði pylsugrill, bóltkast og fiskibrunnur í túninum uttanfyri Innistovu og tombola í skúlanum. 

Eydnuhjólið byrjaði aftur kl. 19.00 og helt áfram til stutt fyri kl. 23.00.  Kaffisølan var opin, meðan eyðnuhjólið fór fram og nakað longur enn tað. Óvanliga fjølment luttøka hesaferð, so alt gekk skjótt og væl. 

Stutt fyri kl. 23.30 vóru lutaseðlarnir trektir í túninum, og alt tiltakið endaði við einum ørindi av "Nú dagurin at enda er". 

”Sam” sigldi av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 sunnunáttina. Bussur fór av Kappanum kl. 00.30

Vit siga takk fyri allar lutir, ið vóru latnir og takka fyri ta óvanliga stóru uppmøtingina hesuferð og tann dygga stuðulin á allar mátar.

Samlaða bruttosølan hesaferð var 90 t.kr.. Avlopið fer til felagshúsini Innistovu í Mikladali. 

Leggjast kann afturat, at umframt tiltøkini í Mikladali, var vikuskiftið merkt av útoyggjastevnu heimi á oyggj og campingtreff við luttøku av nógvum vognum.


Comments are closed.

    RSS Feed

Lóg Felagsins
Søga
Savn
Tíðindi
Samband
Picture

Mikladals sóknar fráhaldsfelag
FO-797 Mikladalur

  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband
  • nett