MIKLADALS SÓKNAR FRÁHALDSFELAG
  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband

TÍÐINDI

Aðalfundur og veitsla 2016

10/16/2016

 
Leygardagin 15. oktober 2016 hevði Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali. 

Nøkur ár herfyri varð avgjørt at gera eina roynd at flyta tiltakið nakrar vikur fram fyri at sleppa undan ov nógvum øðrum tiltøkum sama dag. Hesaferð fall valið aftur á heystfrítíðina.

Árligi aðalfundurin varð settur kl. 15 í Innistovu. Formaðurin Maria bjóðaði vælkomin, Síðan varð lógin lisin upp, granskoðaður ársroknskapur gjøgnumgingin og góðkendur. Síðan varð val av 3 nevndarlimum. Maria og Rólvur vóru afturvald, meðan Sunvard Andreasen varð valdur fyri Annbjørg Andreasen, sum ikki ynskti afturval.

Í nevndiini sita nú:

Maria Isaksen (fyrr Sørensen), Klaksvík, forkvinna,
Sunvard Andreasen , Klaksvík, næstformaður,
Rólvur í Norðnástovu, Mikladalur, skrivari
Símun í Norðnástovu, Mikladalur, ognarrøkil
Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari

Síðan var ymist á skránni. Nevndin boðaði frá, at øll ungdómsliðini í fótbólti hjá KÍ spældu í búna við boðskapinum "ung og fús - nei til rús", sum MSF hevði útvegað saman við ymsum fyritøkum í Klaksvík. Talan er um íalt 200 spælarabúnar hjá U12 d+g, U14 d+g og U17 g.

Eisini varð lagt fram uppskot um at gera eina hurð út frá loftinum í Innistovu út á eina ætlaða altan omana verðandi inngongd - og at skifta gólvið út í dansistovuni og at fáa grótveggirnar framaftur.
Samtykt varð at kanna aðra størri loysn, har alt túnið millum Innistovu og skúlan skuldi "undir glas". Eisini vóru onnur smærri mál á skránni. 

Fundurin varð lokin kl. 16.30

Veitslan byrjaði kl. 19, har borðreitt varð við súpan, feskum kjøti, kaffi og ymsum góðum afturvið.

Á  miðnátt kom fakklagongan í túnið, tjóðsangurin sungin og hugni við onkrum dansispæli. Síðan varð farið inn í dansistovuna, har Markus í Norðnástovu førdi fram eina áhugaverda røðu um MSF fyrr og nú.
Síðan varð  dansur og spøl í dansistovuni og seinri morgunmatarborð.


Kommentarer er lukket.

    RSS-feed

Lóg Felagsins
Søga
Savn
Tíðindi
Samband
Picture

Mikladals sóknar fráhaldsfelag
FO-797 Mikladalur

  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband