MIKLADALS SÓKNAR FRÁHALDSFELAG
  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband
  • nett

TÍÐINDI

Aðalfundur og veitsla 2015

10/18/2015

 
Leygardagin 17. oktober 2015 hevði Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali. 
 
Næst seinasta ár varð avgjørt at gera eina roynd at flyta tiltakið nakrar vikur fram fyri at sleppa undan ov nógvum øðrum tiltøkum sama dag. Hesaferð varð tiltakið hildið leygardagin í heystfrítíðini sum upprunaliga ætlað - og tað riggaði stak væl. Veðrið vísti seg eisini frá síni bestu síðu.

Fundurin byrjaði kl. 15. Einir 13 limir vóru møttir. Formaðurin Markus í Norðnástovu bjóðai øllum vælkomin.
Ymisk  mál vóru umrødd. Rokniskapur gjøgnumgingin og góðkendur.

Markus og Olivur stóðu fyri vali. Markus ynskti ikki afturval. Fyri hann varð Símin í Norðnástovu valdur. Eykalimur gjørdist Jens Jón Andreasen.
 
Nýggja nevndin hevur skipað seg endaliga (3.mars 2016) :

Maria Sørensen, Mikladalur, forkvinna,
Annbjørg Andreasen , Mikladalur, næstforkvinna,
Rólvur í Norðnástovu, Mikladalur, skrivari
Símun í Norðnástovu, Mikladalur, ognarrøkil
Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari

Veitslan byrjaði kl. 19. Borðreitt varð við fiskaforrætti og feskum kjøti. Umleið 80 luttakarar í øllum aldri høvdu leitað sær í Innustovu hetta kvøldið. Sigmar Høgnesen leiddi borðhaldið - væl kryddað við skemtisøgum -  meðan Johannes Poulsen spældi undir, og dúgliga varð sungið..

Eftir borðhaldið hjá kokkunum varð skipað fyri eini uppboðssølu í dansistovuni, har fólk stuttleikaðu sær óført.   
 
Á miðnátt kom fakklagongan í túnið - ein ímynd av, at tað eru tey ungu, sum skulu bera fráhaldshugsjónina víðari.
 .
Síðan flutti Andrass Joensen, fyrrverðandi bóndi í Gerðum,  fram røðu inni í dansistovuni. Sum ungur hevði hann ferðast í Mikladali, tí mamma hansara var úr Norðnástovu. Hann forrtaldi ymist frá hesari tíðini. Umframt annað, so vísti hann eisini á við ymsum dømum, at tað er ein framtíð fyri ferðavinnu í Mikladali og yvirhøvur á Kalsoynni.
 
 Áftana byrjaði dansur og spøl í dansistovuni. Seinri varð morgunmatarborð.. 

Og enn ein hugnalig og væleydnað veitsla uttan rúsdrekka var komin at enda.


Comments are closed.

    RSS Feed

Lóg Felagsins
Søga
Savn
Tíðindi
Samband
Picture

Mikladals sóknar fráhaldsfelag
FO-797 Mikladalur

  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband
  • nett