Leygardagin 25. oktober 2014 hevði Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali. Seinasta ár varð avgjørt at gera eina roynd at flyta tiltakið nakrar vikur fram fyri at sleppa undan ov nógvum øðrum tiltøkum sama dag. Ætlanin var at hava tiltakið leygardagin 18. í heystfrítíðini, men av serligari orsøk varð tiltakið útsett eina viku. Fundurin byrjaði kl. 15. Einir 12 limir vóru møttir. Næstformaðurin Annbjørg Andreasen setti fundin, tí formaðurin Markus í Norðnástovu var burturstaddur til sjálvan fundin. Skrivarin Sigrun Heldarskarð varð eisini burturstødd, so ognarrøkilin Maria Sørensen varð skrivari á fundinum. Ymisk mál vóru umrødd. Rokniskapur gjøgnumgingin og góðkendur. Annbjørg, Maria og Sigrun stóðu fyri vali. Sigrun ynskti ikki afturval. Fyri hana varð Rolvur í Norðnástovu valdur. Eykalimir gjørdust Jens Jón Andreasen og Sunvard Andreasen. Nýggja nevndin hevur ikki skipað seg endaliga : Markus í Norðnástovu, Mikladalur, formaður, Annbjørg Andreasen , Mikladalur, næstformaður, Maria Sørensen, Klaksvík, skrivari, Rolvur í Norðnástovu, Mikladalur, ognarrøkil Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari Veitslan byrjaði kl. 19. Borðreitt var við feskum kjøti og súpan. Umleið 75 luttakarar í øllum aldri høvdu leitað sær í Innustovu hetta kvøldið. Karl Birgir Isaksen leiddi borðhaldið, meðan Johannes Poulsen spældi undir, og dúgliga varð sungið og fleiri hildu røðu. Á miðnátt kom fakklagongan í túnið - ein ímynd av, at tað eru tey ungu, sum skulu bera hugsjónina víðari. . Síðan flutti Óli Breckmann fram røðu inni í dansistovuni - við denti á samfelagsviðurskiftir um ta tíðina, tá felagið varð stovnað í 1883. Áftana byrjaði dansur og spøl í dansistovuni. Seinri varð morgunmatarborð.. Og enn ein hugnalig og væleydnað veitsla uttan rúsdrekka var komin at enda. Myndir frá veitsluni Kommentarer er lukket.
|