MIKLADALS SÓKNAR FRÁHALDSFELAG
  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband

TÍÐINDI

Aðalfundur, framsýning og veitsla 2008

11/17/2008

 
Aðalfundur, framsýning og veitsla 2008

Leygardagin 15. Novembur 2008 hevði Mikladals sóknar Fráhaldsfelag sín árliga aðalfund og veitslu í Mikladali. Við tað at felagið fylti 125 ár í ár, so varð gjørt eyka burturúr við eini framsýning og upplating av nýggjari heimasíðu.

Framsýning og heimasíða

Felagið hevði framsýning av ymiskum, ið lýsti ymiskt úr 125 ára søgu felagsins og tíðina áðrenn tað. Framsýningin fór fram í skúlanum í Mikladali og varð opin frá kl. 14 til veitslan endaði sunnumorgunin. Framsýningin varð væl vitjað. Har var nógv søguligt tilfar um MSF og fráhaldsrørsluna í Norðuroyggjum. Og nógvar myndir úr nýggjar tíð, har fólk hugna sær ísamband við ymisk tiltøk hjá felagnum.

Ætlanin er komandi árini at fylla heimasíðu felagsins við øllum tí søguliga, ið finst um felagið og at leggja út myndir frá ymiskum tiltøkum felagsins gjøgnum tíðirnar. Eisini skal ein kunna finna tilfar um rúsdrekka og fylgjur tess inni á heimasíðuni.

Aðalfundur

Aðalfundurin byrjaði í Innístovu kl. 15.00 við vanligari skrá. Upplestur av lógini, referat frá aðalfundi seinasta ár, gjøgnumgongd og góðkenning av ársroknskapi, formansfrágreiðing, val av nevndarlimum og ymist. Aðalfundurin samtykti m.a. at skipa fyri eini ungdómslegu í Mikladali tíðliga í vár fyri at menna um tilgongdina av yngri limum. Felagið telir í dag umleið 170 limir, harav teir flestu búgva i Klaksvík og Havn.

Nevndarvalið broytti ikki nevndina:
Markus í Norðnástovu, Mikladalur, formaður,
Osla Andreasen , Mikladalur, næstformaður,
Sigrun Heldarskarð, Klaksvík, skrivari,
Herfríð Sørensen, Mikladalur, ognarrøkil og
Olivur Thomsen, Klaksvík, kassameistari.

 Veitslan 

Veitslan byrjaði kl. 19.00 í Innistovu, har borðreitt varð við røstum kjøti og súpan. Borðreitt varð í miðhæddini og uppi á loft. Samlaða talið av luttakarum varð umleið 130 íroknað børn og vaksin.  Fleiri røður vóru hildnar, og umboð fyri nøkur onnur fráhaldsfeløg luttóku eisini.

Um miðnáttina varð kyndlagongan hjá børnum av Hundrað og heim í bygdina, har Kr. Fríðrik Olsen flutti fram røðu. Midnáttarløtan endaði við einum felagssangi.
 
Síðan var farið í dansistovan í kjallaranum, har skipað var fyri ymiskum dansispølum, føroyskum og enskum dansi. Bæði børn og vaksin vóru við allatíðina.
 
Tað hevur altíð verðið siður í felagnum gjøgnum allar tíðir at hava børnini við í øllum, tí ein dag verða tað tey, sum skulu bera fráhaldskyndilin víðari. 
 
Um hálvgum fýratíðina sunnumorgun kom suppa og breyð á borðið, og tíma seinri vóru tey flestu farin. Og enn ein hugnalig og væleydnað veitsla uttan rúsdrekka var komin at enda.


Kommentarer er lukket.

    RSS-feed

Lóg Felagsins
Søga
Savn
Tíðindi
Samband
Picture

Mikladals sóknar fráhaldsfelag
FO-797 Mikladalur

  • Forsíða
  • Um okkum
    • Lóg felagsins
    • Nevndin
    • Búmerki
  • Avhaldshúsið
  • Søga
    • Um Absalon á Trøllanesi
    • Bræv frá Absalon 1887
    • Avrit av brævi um gravtaluna
    • Grein hjá Óla Wolles um Absalon
  • SAVN
    • Myndasavn
    • Sangir og annað
    • Samrøður
    • Skjalasavn
    • Gerabøkur >
      • Gerabók 1 - 1932-1973
      • Gerabók 2 - 1975-1989
  • Tíðindi
  • Samband